Dugni søkir deildarleiðara

Dugni søkir deildarleiðara

 

Kundi tú hugsað tær at ment arbeiðsførleikarnar hjá fólki?

 

Dugni søkir eftir einum framskygdum og sterkum deildarleiðara til deildina hjá Dugna

 

á Kambsdali og í Klaksvík.

 

Dugni hevur til endamáls at stuðla og menna arbeiðsførleikar hjá fólki, og stovnurin

 

arbeiðir miðvíst vid at hjálpa fólki út á arbeiðsmarknaðin.

 

Dugni arbeiðir í tveimum ’sporum’; einum sosialfakligum spori og einum framleiðslu-

 

spori. Sosialfakliga verður arbeitt hvønn dag við at menna arbeiðsførleikar, og at

 

fyrireika fólk til arbeiðsmarknað og útbúgvingar. Hetta verður millum annað gjørt við

 

ráðleggingarætlanum, førleikametingum og samstørvum tvørtur um geirar.

 

Framleiðslusporið tryggjar - við bíleggingum og skipaðum arbeiðsuppgávum, ein

 

gerandisdag, ið er líkur vanliga arbeiðsmarknaðinum.

 

Málbólkurin hjá Dugna eru fólk við lættari sálarligum, sosialum og/ella kropsligum

 

avbjóðingum.

 

Um starvið

 

Sum deildarleiðari á Kambsdali og í Klaksvík arbeiðir tú í tøttum samstarvi við

 

starvsfólkini á deildini, leiðslubólkin og stjóran á Dugna. Dentur verður lagdur á

 

samstarv tvørtur um deildir, soleiðis at vit á bestan hátt kunnu menna okkara

 

borgarar, ið eru knýttir at Dugna.

 

Á deildini á Kambsdali og í Klaksvík eru trý ágrýtin og roynd starvsfólk, sum hvønn

 

dag leggja nógva orku í at skapa ein mennandi og áhugaverdan dag fyri øll tey, sum

 

eru knýtt at deildini.

 

Sum deildarleiðari arbeiðir tú partvíst við borgarum, og partvíst við starvsfólkum og

 

leiðarauppgávum.

 

Tað er týdningarmikið at deildarleiðarin, saman við starvsfólkum, tryggjar eitt

 

mennandi samstarv við arbeiðsgevarar og skúlar.

 

Sum deildarleiðari skalt tú hava dirvi til at ganga á odda, og megna at avgreiða tær

 

uppgávur og tær avbjóðingar, ið loypandi stinga seg upp. Eisini tær uppgávur, ið

 

kunnu tykjast møtimiklar og truplar. Í tínum starvi fært tú møguleika at mynda og

 

verða partur av einum spennandi og gevandi arbeiðsumhvørvi, ið er í støðugari

 

menning.

 

Førleikakrøv

 

· Tú hevur viðkomandi útbúgving innan sosialfakligt arbeiði, handverk ella líknandi.· Tú hevur góðan leiðsluførleika, helst eisini leiðsluroyndir, og ert motiverandi í tínum

 

leiðsluhátti.

 

· Tú ert væl skipað/-ur í tínum arbeiði, og hevur fíggjarligt hegni.

 

· Tú er kreativ/ur, og dugir at síggja møguleikar við at samantvinna framleiðslu,

 

endurnýtslu og sølu við sosialfakligt øki.

 

· Tú dugir væl fyrisiting, umframt at raðfesta, samskipa, leiða og kveikja til tess at fáa

 

mest møguligt burtur úr tilfeinginum á stovninum.

 

· Tú dugir at samstarva og viðvirka til at Dugni sum stovnur kann virka eftir eini felags

 

kós og við sosialfakligari dygd.

 

· Tú hevur lætt við at samskifta við stovnar og fyritøkur, og megnar at stuðla fólki

 

víðari út í arbeiði, útbúgving ella hóskandi tiltak.

 

· Tú dugir væl at samskifta og orða teg á skrift og í talu.

 

Løn og setanartreytir

 

Starvið er námsfrøðiligt og verður lønt sambært avtalu millum Pedagogfelagið og

 

Fíggjarmálaráðið við starvsbyrjan 1. juni 2026 ella eftir nærri avtalu. Deildarleiðarin

 

hevur tilvísing til stjóran.

 

Umsóknarfreist

 

Umsóknir við avriti av prógvum og lívsrensli skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi

 

sunnudagin, 19.apríl 2026 kl.23.

 

Umsóknir skulu sendast til [email protected]

 

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Elin Ludvig, stjóra á tel. 292960.

 

Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilar Dugni sær rætt til at søkja av

 

nýggjum.

 

---------

 

Dugni er ein endurbúgvingarstovnur, hvørs endamál millum annað er

 

at skipa fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling til fólk, ið hava tørv á hjálp til

 

at fáa tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Dugni er ein sjálvsognarstovnur undir

 

Almannamálaráðnum, sum er skipaður sambært viðtøkum frá 1. juli 2012.