Dupult-moralur um skúm-kvøld

Stjórin á Eclipse, Havgrímur Johannessen, heldur ikki, at skúm-kvøldið á Eclipse í kvøld eggjar ungdómi meira enn gott er. Talan er um rúsfrítt kvøld við 15 ára aldursmarki, og lága aldursmarkið hevur fingið ilt í bæði foreldur og onnur.

Millum annað varð í tíðindunum á døgurða sagt frá fólki, at hvítar T-shirts skuldu útflýggjast við dyrnar, men hetta sigur stjórin vera beinleiðis lygn.

- Gestirnir, sum koma í Eclipse í kvøld, fáa ongar skygdar hvítar t-shirts, so eg veit eg ikki, hvat sipað verður til. Gestirnir koma í sínum egnu klæðum, og skuldi tað hent, at onkur kemur í svimjiklæðum ella klæðum, ið tú sært ígjøgnum, sleppa tey ikki í inn. Hetta eru pástandir frá fólki, sum ikki vilja, at føroyski ungdómurin skal drekka rúsdrekka og ganga í býnum, sigur Havgrímur.

- Tað er ikki loyvt at taka myndatól inn í Eclipse, og um fólk hava slíkt inn við, verður tað tikið frá teimun. Í dag hava allar telefonir myndatól, og um onkur hevur telefonina í lummanum, riggar hon neyvan eftir tveir minuttir í vatni og skúmi. Og tað er ikki loyvt at taka rúsandi løg við sær inn í Eclipse, heldur ikki órúsandi løg.

- Vit gjalda uttan at blunka nógvar pengar fyri at sleppa til Danland, aquaparkir og annað í Danmark fyri at hava tað stuttligt. Tá er mann í svimjuklæðum og bikini. Og er hetta rætt? Nei eg bara spyrji. Í kvøld verða brúktir til samans 500 litrar av vatni.

- At fólk kundu fara í sauna á G!, har einki aldursmark var, kemur undir mentan og er okey. Tað, sum eg kanska havi gjørt skeivt, er, at okkara skúmserfrøðingar eru úr Danmark og ikki Finnlandi, sigur Havgrímur Johannessen.