Kyndilskvinnur vunnu fyrr í dag greiðan 33-20 sigur á H71 í høllini á Hálsi í Havn. Í steðginum var Kyndil á odda 18-9. Toppskjúttar hjá Kyndli vóru Turið Arge og Marianna G. Eystberg við átta málum hvør. Maria H. Weyhe var toppskjútti hjá H71 við sjey málum.
Aftaná dystin fekk Tróndur Arge orðið á tvímálsskjúttan hjá H71, Duritu Joensen.
Durita Joensen staðfestir, at hon og liðfelagarnir høvdu eina ræðuliga dystarbyrjan, har Kyndil legði út sum eitt ódnarveður, og Sonni Larsen, høvuðsvenjari mátti taka tvey Time Out tíðliga í dystinum, og seinnu ferðina brúkti Sonni veruliga teir stóru stavirnar.
Tað vóru tó løtur í dystinum har H71 var væl við, og tað fegnast Durita Joensen um.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði á Rás2 við Duritu Joensen aftaná hon og liðfelagarnir høvdu tapt 20-33 (9-18) ímóti Kyndli.
Støðan | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
KYNDIL | 14 | 400 | 290 | 110 | 24 |
VÍF | 12 | 372 | 267 | 105 | 23 |
VB | 14 | 383 | 310 | 73 | 20 |
NEISTIN | 14 | 325 | 336 | -11 | 13 |
STJØRNAN | 13 | 289 | 325 | -36 | 8 |
H71 | 15 | 322 | 391 | -69 | 7 |
STÍF | 14 | 212 | 384 | -172 | 1 |