RÁÐSTEVNA
Á stóru ráðstevnuni um uppisjóvarfisk, sum byrjaði í Norðurlandahúsinum týsdagin og endaði seinnapartin í gjár, vóru tilsamans 170 luttakarar. Umleið 110 føroyingar og einir 60 útlendingar úr 13 ymiskum londum vóru við.
Millum teir 60 útlendingarnar, vóru 20 úr Noregi, 16 úr Íslandi, níggju úr Danmark, fýra úr Hálandi, tveir úr Stórabretlandi, tveir úr USA, og síðan vóru einstøk umboð úr eitt nú Skotlandi, Finlandi, ES, Ruslandi, Kanada, Fraklandi, Grikkalandi og Avstralia.
Ráðstevnan varð býtt upp í partar ella sektiónir, har ymisk viðurskifti innan náttúru við atliti at uppisjóvarfiski, veiði, tøkni og býti av tilfeingi vóru viðgjørd í áhugaverdum fyrilestrum, sum eitt nú fólk við tilknýti til vinnu, umsiting, serfrøðingar og professarar á sínum øki hildu.
Talan var soleiðis um fyrilestrar hildnar av fólki við hollari vitan á ymisku økjunum innan uppisjóvarfisk og uppisjóvarvinnu.
Ein av føroyingunum, sum helt fyrilestur, var Kjartan Hoydal, sum hósdagin greiddi frá, hvussu NEAFC, har hann hevur sítt dagliga leiðslustarv, umsitir fiskastovnar, sum eru fevnir av felagsskapinum.
Stór fyrireiking
Tað var norðurlendska ráðharraráðið, ið stóð aftanfyri ráðstevnuna, sum tó var fyriskipað úr Fiskimálaráðnum og soleiðis úr Føroyum.
Danmark hevur formansskapin í norðurlendska ráðharraráðnum, men fiskivinnuparturin er í hesum førinum líka sum lagdur til Føroyar og Fiskimálaráðið við fiskimálaráðharranum, Jacobi Vestergaard, á odda.
Tey, sum serliga hava staðið fyri fyrireikingunum til stóra tiltakið, eru úr Fiskimálaráðnum Jákup Mørkøre, sum varar av granskingarverkætlanum undir ráðnum og Ulla Svarrer Vang, sum er fulltrúi í Fiskimálaráðnum.
Ásmund Guðjónsson, sum starvast í umsitingini í norðurlendska ráðharraráðnum, hevur eisini verið hollur í fyrirekingunum.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, ásannar, at ráðstevnan bæði hevur tikið tíð og orku í Fiskimálaráðum.
Eydnaðist væl
Nú ráðstevnan er løgd aftur um, er landsstýrismaðurin sera væl nøgdur við, hvussu hetta stóra um umfatandi tiltak eydnaðist.
- Eg haldi, at fólk vóru sera væl nøgd við fyriskipingina av tiltakinum, eins og tey eru samd um, at rættiligur ”kvalitetur” var í fyrilestrunum, sum vórðu hildnir.
Jacob Vestergaard, sum fylgdi at kalla allari ráðstevnuni, sigur, at ráðstevnan varð býtt upp í ymisk øki, har ávís evni vórðu umrødd fyri seg – og síðuleypandi, sum hann málber seg.
- Havlívfrøðin og økoskipanin, sum hevur við verið hesar fiskastovnar at gera, var ein sera áhugaverdur partur, eins og fyrilestrar um teknologiska partin í sambandi við veiði og útgerð vóru áhugaverdir. Ein frágreiðing um fíggjarliga aspektið í uppisjóvarvinnuni í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum var eisini løgd fram.
Jacob Vestergaard sigur, at í gjár var eisini áhugaverd framløga um, hvørji kriteriir hava verið brúkt, tá uppisjóvarfiskastovnar verða býttir, hvat eigur at verða tikið fram, og hvussu gjørt hevur verið í ymiskum felagsskapum og millum lond, sum umsita tilfeingi. Bæði Kjartan Hoydal, sum tosaði vegna NEAFC og Halti í Jákupsstovu, sum serliga viðgjørdi svartkjaftin, vóru við í hesi viðgerð.
Ein íslendingur, sum hevði orðið í morgun, helt fyri, at tað loysir seg ongantíð hjá eini stórari tjóð at trýsta eina minni tjóð fyri at fáa ein størri lut í einum felags tilfeingi. Hann helt fyri, at tað í longdini tænir báðum pørtum til heiðurs, um stóra tjóðin ikki er ov pírin við hina minni tjóðina. Tá fáa allir partar sum mest burtur úr, segði íslendingurin.
Mitt í ”pottinum”
Jacob Vestergaard vísir á, at Føroyar liggja mitt í ”pottinum” í pelagiska tilfeinginum, bæði hvat viðvíkur makreli, sild og svartkjafti, tá hesir fiskastovnar eru so stórir, sum teir ”eiga” at vera, og tá teir ferðast soleiðis, sum eitt nú makrelur og sild gera nú.
- Føroyar vóru ikki so nógv umrøddar av fyrilestrarhaldarum kring um heimin, men makrelurin og viðurskiftini rundan um býti av makreli og áseting av egnum kvotum vóru náttúrliga uppi og vendu.
Hann sigur, at eisini vóru ymiskar teoriir frammi um, at eitt nú makrelstovnurin og svartkjaftastovnurin um okkara leiðir ikki kunnu vera líka stórir í senn, tí hetta hevur eisini nakað við kappingina um føðina at gera.
- Eg vil siga, at nógvar áhugaverdar teoriir vóru frammi. Tað er einki, sum eg hoyrdi á hesi ráðstevnu, ið eftir mínum tykki ger, at Føroyar standa veikari enn áður í býtinum av eitt nú makrelinum, sum nógv hevur verið umrøddur í seinastuni. Vit halda okkum hava rætt til ein størri part av hesum stovni, enn Noreg og ES vilja tilluta okkum av heildarkvotuni, og eg haldi, at ráðstevnan gav eingi tekin um, at okkara krav ikki er rættvíst, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.