Tað kemur illa við hjá ÍF, at Clayton Soares eftir øllum at døma ikki sleppur aftur til Føroya. Tað heldur Ólavur Larsen, fyrrverandi formaður í ÍF.
- Hann hevur í miðal verið besti spælarin hjá ÍF síðani hann kom til felagið í 2012, og hann er kosin sum ársins leikari í minsta lagi tríggjar ferðir síðani tá, sigur hann.
Eingin ivi er um, hvussu stóran týdning hann hevur havt fyri ÍF. Sambært Faroe Soccer hevur hann spælt 132 dystir hesi fimm kappingarárini og skorað 64 mál fyri felagið.
- Tað sigur heldur ikki so heilt lítið, at felagið er sinnað at skriva nýggjan sáttmála við mannin, hóast hann fyllir 39 ár í ár. Seinastu tíðina hevur hann fingið ein nýggjan leiklut á liðnum, har hann meiri er bindilið millum miðjuna og álopið enn reinur áleypari. Hetta er sjálvandi ein fylgja av, at hann ikki orkar líka væl longur, men tað vísir eisini hvør dugur er í honum, at tað hevur eydnast honum so væl, sigur Ólavur Larsen.
Hann kom av fyrstan tíð til Føroya í 2002 og spældi fyri FS Vágar tey bæði fyrstu árini, 35 dystir og 23 mál. Síðani skifti hann til B71, har hann spældi til 2009. Hann spældi 150 dystir og skoraði 108 mál. Síðani gekk leiðin aftur vestur í Vágar í 2011, har hann spældi 29 dystir og skeyt 15 mál. Tilsamans hevur hann tískil spælt 346 dystir og skorað 210 mál í Føroyum. Fyribils tykist tað ævintýrið tó verða úti.
Ólavur Larsen greiðir frá, at orsøkin til, at Clayton Soares ongantíð hevur fingið varandi uppihaldsloyvi, at hann higartil hevur havt uppihaldsloyvi sum ítróttarfólk.
- Hesir sáttmálarnir eru galdandi í níggju mánaðir, so Clayton Soares hevur verið føroyingur í níggju mánaðir og so hevur hann verið í Brasil aftur. Tí hevur hann ongantíð fingið møguleikan at søkja um varandi uppihaldsloyvi, sigur Ólavur Larsen.
- Eftir øllum at døma hevur Udlændingestyrelsen ongantíð sett seg í samband við Clayton Soares um umsókn hansara. Tey hyggja einans eftir tølunum á umsókini, og tá tey síggja okkurt ikki er, sum tað skal, so fellur hamarin. Avgerðin verður tikin reint prinsipielt eftir, hvat lógin sigur, og eingi menniskjalig atlit verða tikin, sigur Ólavur Larsen.