Dystarrok á Tórsvølli: Dystirnir aftur fluttir

Kvinnurnar hjá HB spæla alíkavæl klokkan 15.15, meðan B36 spælir klokkan 18.30

Tað er satt dystarrok á Tórsvølli í dag, eftir at tveir dystir eru settir til somu tíð. B36-TB hjá monnum og HB- EB/Streymur/Skála hjá kvinnum blivu upprunaliga settir ávikavist klokkan 15 og 15.15.

Síðani bleiv dysturin hjá kvinnum hjá HB fluttur til klokkan 12, men tá hesi boðini komu til kvinnurnar hjá EB/Streymi/Skála um 22 tíðina í gjár, boðaðu tær frá, at fleiri spælarar skuldu arbeiða fyrr um dagin. Tað er ov seint at fáa boð um dystarbroyting klokkan 22 er niðurstøðan.

Talan er um 20. og seinasta umfar í Betri deildini hjá kvinnum. Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum hevur boðað frá, at dystirnir helst skulu spælast í senn, sum eisini er vanligt til avgerandi umførini. Eisini eru boðini, at dysturin undir ongum umstøðum skal verða spældur seinni enn klokkan 15.15.

Í morgun eru so boð komin frá Kappingarnavndini hjá Fótbóltssambandinum um, at dysturin millum HB og EB/Streym/Skála verður, sum upprunaliga ásett, klokkan 15.15, meðan bestu mansliðini hjá B36 og TB spæla klokkan 18.30. Her kann nevnast at kvinnurnar hjá HB vóru møttar, meðan TB, sum er á norð, hava fingið boð um dystarflyting bara fáar tímar undan dystarbyrjan.

Ovari vøllur kann ikki brúkast

Talan er av fyrstan tíð um eina yvirbóking á Tórsvølli, sum síðani er blivin til eitt rok millum tvey feløg, sum ikki einast so væl fyri tíðina. Hartil ber framvegis illa til at spæla á Ovara vølli í Gundadali, har undirlagið á vøllinum ikki er nøktandi.

- Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum ásetti, at allir dystirnir hjá kvinnunum skuldu spælast klokkan 15.15. So var trongligt, tí B36 vildi spæla tá og hevur ikki vilja flutt til eitt nú klokkan 18. HB heldur fast við, at dysturin ikki skal spælast á ovara vølli, tí hann er ikki brúkiligur. Onkrir dystir hava verið har, og har verður mett ikki spælandi, og ikki nakað vit kunnu bjóða mótstøðuliðunum, segði Tórmóður Stórá, formaður í HB í gjár og legði afturat:

- Kappingarnevndin valdi at broyta tíðásetingina, men um HB skuldi spæla upp á eitt annað tíðspunkt, so skuldi tað verða áðrenn hinar dystirnar. Tí kom tíðspunktið klokkan 12, segði formaðurin í HB.

Tað er kanska bara ein ímynd av fótbóltinum í 2020, at vit nú síggja dystartíðspunkt blíva flutt á degnum.