So er sannleikans tími hjá Svøríki, Danmark, Noregi, Ungarn, Bosnia, Írlandi, Slovenia og Ukraina, sum skulu stríðast um tey seinasta plássini til EM-endaspælið, sum verður í Fraklandi komandi summar.
Teir átta EM Play Off dystirnir, har tvey lið møtast heima og úti verða spældir í annaðkvøld, fríggjakvøldið, leygardagin, sunnudagin, mánakvøldið, og týskvøldið
Stóri norðurlendski gysarin millum Svøríki og Danmark verður avgreiddur soleiðis, at spælt verður á Friends Arena leikvøllinum í Stokkhólmi, leygarkvøldið klokkan 19.45, og so verður returdysturin í Parkini í Keypmannahavn klokkan 19.45 komandi týskvøld.
Noreg og Ungarn møttast á Ullevaal leikvøllinum í Oslo í annaðkvøld, og møtast so aftur í Budapest sunnudagin. Báðar leikdagarnar verður byrjað klokkan 19.45.
Bosnia og Írland møtast í Sarajevo fríggjakvøldið klokkan 19.45, og møtast so aftur í Dublin í Írlandi, mánakvøldið klokkan 19.45.
Ukraina og Slovenia møtast í Ukraina, leygardagin klokkan 17 fyrra dystin. Seinni dysturin verður í Slovenia týskvøldið klokkan 19.45.
6´arin, sum sæst á Televarpinum vísir dystin millum Noreg og Ungarn í annaðkvøld. Kanal 5, sum eisini sæst á Televarpinum vísir dystin millum Svøríki og Danmark, sum verður spældur leygardagin.