Dystur nummar 300

Tað munnu vera fáir føroyskir spælarar, sum koma upp um 300 landskappingardystir, men sunnudagin verður Bjarni Johansen so ein av hesum.
VB málverjin, sum spældi fyrsta dystin í 1987 hevur síðani hetta verið fastur fúsur í málinum, har hann við undantaki av 1993 ? tá var hann uttanlands í lestarørindum ? hevur spælt hvønn tann einasta dyst síðani 1988.
Tað merkti millum annað, at hann fyri stuttum kundi halda jubileum fyri minutt nummar 15.000 á rað á besta VB-liðnum, og sunnudagin fer hann so um dyst nummar 300 fyri VB.
Hóast onnur hava gjørt nógv burtur úr hesum, so heldur Bjarni ikki sjálvur, at hetta er nakað at gera stórvegis hóvasták burturúr.
- Sjálvur hugsi eg so als ikki um tað. Eg havi sjálvandi vita av, talan nú verður um dyst nummar 300, men hann verður ikki pettið øðrvísi enn aðrir.
Slík hagtøl er kanska heldur nakað, sum tú kanst gleðast um um eini tíggju ár ella so, tá litið verður aftureftir?
- Tað veit eg ikki. Sjálvur rokni eg í øllum førum við, at tað fyrst og fremst verður meistaraheitið í 2000, sum eg tá fari at líta aftur á, staðfestir veteranurin, sum sjálvsagt eisini var fastur fúsur ta ferðina.