FÓTBÓLTUR
Klokkan hevði rundað teir 90 minuttirnar, ið vóru spældir við vøllin við Margáir í Streymnesi. Sorin Anghel fekk bóltin í høgra borði, og lyfti hann upp um verjuna. Jón Nielsen royndi, men fekk ikki fótin á bóltin, sum Arnbjørn Hansen streyk avstað við. Einsamallur við málverjanum prógvaði hann, at máltevið, ið mong hildu var horvið, framvegis er har. Uttan stórsvegis hóvasták legði hann bóltin inn við handaru stong, og sigurin var veruleiki.
Marni munaði
Tað sá annars einki serligt út hjá hvørgum av liðunum, frá fyrsta til síðsta minutt. Leikferðin var so sum so, og spælið var einki at rópa hurrá fyri. Fáir kjansir og lítið hugflog.
Støðan passaði helst betur teimum í 07 Vestur, sum hóast truplu støðu sína á stigatalvuni, helst høvdu selt ein dyst á útivølli móti meistarunum fyri eitt stig.
Hinvegin kundu meistararnir á ongan hátt vera nøgdir við ein málleysan javnleik ímóti uppflytarunum.
Tí royndu teir eisini, men onkursvegna tóktist uppbyggjandi spælið rættiliga spent hjá EB/Streymi. Teir á miðvøllinum royndu hvørja ferð, teir høvdu bóltin, at leggja avgerandi avleveringina. Bæði teir, sum lógu sentralt og teir úti í borðunum.
Einasti miðvallarin hjá EB/Streymi, sum í roynd veru spældi væl, var eisini dagsins leikari við Margáir.
Marni Djurhuus spældi róligt og skilagott. Tók teir nærdystir, sum skuldu takast og vann teir flestu. Hann hevur eisini tann eginleika, at hann ongantíð ger spælið truplari enn neyðugt, og tað tænir bæði honum og liðnum væl.
Serliga í einum slíkum dysti sum í gjár, har meginparturin av hansara liðfeløgum gera spælið óneyðuga trupult.
Trygvi stóð væl
Hevði 07 Vestur hildið tørn, høvdu fleiri helst prátað um ein annan mann sum dagsins leikara. Trygvi Askham stóð nevniliga ein fínan dyst í málinum hjá 07 Vestur. Seinni hálvleikur byrjaði við, at Sorin Anghel spældi Arnbjørn Hansen púra leysan, men málverjin var djarvur og leyp út í bóltin.
Eisini í yvirtíðini, eftir at EB/Streymur hevði lagt seg á odda, vann Trygva Askham ein tvídyst við Arnbjørn Hansen, sum fyri triðju ferð í dystinum gjørdist einsamallur við málverjanum.
Men tíverri fyri Trygva, so fekk Arnbjørn Hansen bóltin í málið eina ferð av hesum trimum royndunum.
Dýr yvirtíð
Og tíverri fyri 07 Vestur, skoraði Arnbjørn Hansen í yvirtíðini. Teir minuttirnir, dómarin hevur lagt aftur at hvørjum dysti, liðið hevur spælt í ár, hava kostað teimum dýrt.
Seinast liðini spældu, fór EB/Streymur avstað við øllum í yvirtíðini, tá teir vunnu 3-5 í Sørvági. Eitt annað dømi er dysturin 20. juni, tá B36 eisini fór við øllum í yvirtíðini.
Hetta kann í síðsta enda vísa seg at verða rættiliga dýrt hjá 07 Vestur. Liðið liggur í løtuni aftast í deildini. Fótbóltsspælið er fínt til tíðir, men tað nyttar akkurát einki, tá tað eru stigini, sum avgera, hvør spælir í Føroya bestu fótbóltsdeild í 2010.