The Dreams heldur fast í ovastu rók á 15 teimum bestu við Sasa Sa, Sa enn eina viku, men tað er EB/Streymasangurin, ið ger størsta lopið hesa vikuna, hann kemur inn á listanum á 4. plássi.
Føroyskur tónleikur er aftur hesa vikuna væl umboðaður á listanum yvir best dámdu løgini á 15 teimum bestu. Beint í hølunum á Unfaithful hjá Rihanna liggur The Sky Is Our Home hjá Marius á triðja plássi. Hvørt fótafet hjá Gestum liggur eftir 4 vikur á listanum á 5. plássi.
Stóra neiliga yvirraskilsi eigur Graceland hjá 200, ið datt av 3. plássi niður á 12. pláss hesa vikuna. Lagið fór í síðstu viku nógv pláss upp eftir listanum, eftir eina eitt sindur slaka byrjan á 8. plássi, og er nú dottið niður aftur. Hetta tykist merkisvert fyri bólkin, ið var dominerandi á 15 teimum bestu í fjør.
Eisini Hitchiker hjá Teiti hevur fingið eina slaka byrjan á listanum. Lagið kemur júst inn á listan á 15. plássi. Hetta er saman við EB/Streymasanginum einastu nýggju løg á listanum. Út eru dottin Long Way To Happy hjá Pink og Good Intuition hjá The Story Ends, ið einans fekk eina viku á listanum, eitt stórt vónbrot fyri bólkin, ið lá nummar eitt á 15 teimum bestu við Dancing Around Honolulu fyrr í ár.
1 The Dreams / Sasa Sa, Sa
2 Rihanna / Unfaithful
3 Marius / The Sky Is Our Home
4 EB/Streymur / Eb/Streymasangurin
5 Gestir / Hvørt Fótafet
6 Nik & Jay / Boing
7 Nelly Furtado / Maneater
8 BassHunter / Boten Anna
9 Juanes / <st1:PersonName w:st="on" ProductID="La Camisa Negra"$?$end$!$La Camisa Negra</st1:PersonName$?$end$!$<BR>10 Outlandish / I Only Ask Of God
11 Justin Timberlake / SexyBack
12 200 / Graceland
13 Robbie Williams / Rudebox
14 Pink / Long Way To Happy
15 Teitur / Hitchiker
Eykaløg
Fergie / London Bridge (Oh Shit)
BassHunter / Vi Sitter I Ventrilo
Evanescence / Call Me When You´re
Holly Dolly / Dolly Song
Nelly Furtado feat. Timbaland / Promiscuous