EB/Streymur avgjørdi í fyrra hálvleiki

Fótbóltur, 2. deild: Sundalagsmenn brúktu eitt korter til at avgera dystin móti B36

Felagsliðið hjá EB og Streymi brúkti seinasta korterið av fyrra hálvleiki til at avgera alt, tá B36 vitjaði á Eiði.

Hetta seinasta korterið fingu sundalagsmenn trý mál, og tað var ov nógv hjá ungu B36-monnunum at taka inn aftur.

Haldór Joensen setti hol á, eftir at heimaliðið hevði spælt bóltin væl aftur og fram rundan um brotsteigin hjá havnarliðnum. Tað endaði við, at Haldór var fyrri á einum bólti enn B36-málverjin, og hann hevði lætt við at leggja EB/Streym á odda.

Tað gekk ikki lang tíð, so lá bólturin aftur í málinum hjá B36. EB/Streymur fór í mótálop, og bólturin varð stungin fram gjøgnum B36-verjuna til Dánjal Magnussen, sum økti til 2-0.

Og stutt eftir hetta var Haldór Joensen aftur upp á spæl og skoraði til 3-0.

Seinni hálvleikur var komin í helvt, tá Jørgen Meitilberg megnaði at minka til 1-3, men skjótt mistu B36-ararnir mótið, og EB/Streymur, sum legði størsta dentin á verjupartin, hevði ikki teir stóru trupulleikarnar av at koyra sigurin heim.

B36 hevði bóltin nógv, men liðið hevur ikki tað neyðugu framdriftina, sum tørvur er á.

Við leikaratilfarinum hjá EB/Streymi er útgangsstøðið sum oftast verjukent. Av tí sama er tað torført at fáa nakað burtur úr móti teimum, tá teir eru komnir fram um við eini tveimum málum, so sum tað hendi leygardagin.