EB/Streymur fær styrk

Talan er um ein gamlan kenning, sum hevur spælt í felagnum fyrr

EB/Streymur boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt avtalu við Gest Bogason Dam, sum var partur av hópinum hjá EB/Streymi í 2018 og 2019, til hann flutti til Danmarkar í august í fjør.

- Nú er Gestur aftur í Føroyum, og verður partur av hópinum hjá EB/Streymi komandi 3 mánaðirnar. Orsaka av sóttarhaldi verður hann tó ikki tøkur fyrr enn um einar tvær vikur, skrivar EB/Streymur á heimasíðuni.

EB/Streymur tapti í gjár 2-1 móti ÍF og liggur á sjeynda plássi. Nógv bendir á, at EB/Streymur verður uttan Bjarna Petersen í seinnu hálvu. Hann er leigaður úr B36, sum í løtuni er uttan tveir miðverjar.

##ms##