EB/Streymur helt fast um oddasessin

Talan var um topp ímóti botni í Streymnesi í dag. EB/Streymur skuldi royna at halda fast um oddasessin, meðan VB/Sumba heldur fram í æviga bardaganum at sleppa úr botninum.

 

Tað byrjaði eftir ætlan hjá EB/Streymi. Tað vóru bert gingnir fýra minuttir, tá ið Bárður Olsen legði heimaliðið á odda. Leiðslan helt sær til stutt fyri hálvleik, tá ið aldursforseti vágbingana, Birgir Jørgensen, púra óvæntað javnaði til hálvleiksstøðuna, 1-1.

 

Seinni hálvleikur var ikki meir enn bríkslaður í gongd, tá ið VB/Sumba fekk tildømt eitt brotsspark. Dan Djurhuus varð settur at skjóta, og hetta setti hann trygt í netið til 2-1. Nú vendi alt upp, sum skuldi venda niður. Men hetta var næstan ov gott at vera satt hjá vágbingum, og leiðslan helt sær ikki til dystarlok. Hinvegin byrjaði felagsliðið við Streymin nú at skora uppá sínar málmøguleikar. Fyrst var tað Hans Pauli Samuelsen, ið setti eitt fríspark beinleiðis í netið. Løtuna seinni var tað aftur Hans Pauli, sum skoraði til 3-2. Ímóti endanum av dystinum staðfesti Bárður Olsen sigurin hjá heimaliðnum tá ið hann við sínum næsta máli skoraði til endaliga úrslitið, 4-2.

 

Við sigrinum heldur EB/Streymur fast í ovastu rók, har teir hava 21 stig, sum eru tvey stig fleiri enn B36. Myrkt sær myrkari út hjá VB/Sumba, sum eftir sigurin í fyrsta umfari hevur tapt teir næstu sjey dystirnar.

 

EB/Streymur - VB/Sumba 4-2

1-0, Bárður Olsen

1-1, Birgir Jørgensen

1-2, Aco Pandurovic (br.)

2-2, Hans Pauli Samuelsen

3-2, Hans Pauli Samuelsen

4-2, Bárður Olsen