EB/Streymur hevur rætta stevið

-

2. deild: EB/Streymur?NSÍ 6?0 (1?0)


Tað gekk striltið at fáa glið á, men tá teir av álvara komu framum gekk skjótt. Tað er um EB/Streym, sum vit hugsa. Teir høvdu leygardagin vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ. Talan var um oddauppgerð, og munurin í 1. hálvleiki var ikki so stórur. Tá fekk EB/Streymur eitt mál, og tað skoraði Andreas Dahl.

Í 2. hálvleiki gekk undan hjá heimaliðnum á Mølini á Eiði, og tað var serliga Jón Sigurd Gleðisheygg, sum var í rætta essinum. Fyrrverandi GÍ miðverjin hevur verið álopsmaður hjá EB/Streymi í ár, og har hevur hann víst, at tað sannliga er dugur í honum í i ódini.

Jón Sigurd økti tíðliga í 2. hálvleiki til 2?0. Halltórur Joensen og Knút Vesturtún øktu til 4?0, og so var Jón Sigurd aftur tvær ferðir upp á spæl.

Stórsigurin hjá EB/Streymi hevur við sær, at teir í summarfrítíðini liggja heilt væl fyri í kappingini um at flyta upp í bestu deildina. Men venjarin, Bergur Magnussen, vil framvegis einki hoyra um uppflyting. Hann tekur ein dyst í senn, og so fæst at síggja, hvussu úrtøkan verður sammett við hini liðini, tøa síðsta umfarið er avgreitt 30. september.

Í fyrsta umfarinum eftir summarsteðgin skal EB/Streymur spæla á heimavølli móti Royn. Á pappírinm sær tað út til at vera ein uppgáva av tí lættara slagnum, men so stutt eftir summarsteðgin er tað altíð ein spurningur, hvussu liðijni eru fyri.

NSÌ hevur staðið seg stak væl higartil í kappingini. Teirra setningur er fyrst og fremst at syrgja fyri, at teir halda eykamonnunum hjá besta liðnum á so høgum støði, sum tað ber til. Higartil hevur tað eydnast væl. Plássið í næstbestu deildini tykist vera bjargað í ár 2001. Men sjálvsagt er tað hugaligari at spæla um heiðursmerkini, enn tað er at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting.

Tá tað hevur gingið illa í 1. deild, hevur tað gingið væl í 2. deild hjá NSÍ. Hesa ferð gekk illa í 2. deild, men so gekk tað væl í 1. deild. Tað kunnu teir í NSÍ ivaleyst liva heilt væl við!

Í fyrsta umfarinum eftir summarsteðgin skulu ungu menninir hjá NSÍ spæla á