EB/Streymur og B36 spæla á Tórsvølli

Útsetti dysturin verður spældur á Tórsvølli í kvøld klokkan 18.00.

Í samráð við feløgini hevur Kappingarnevndin í FSF avgjørt, at útsetti dysturin ímillum EB/Streym og B36 verður spældur á Tórsvølli í kvøld kl. 18:00

 

Rás2 sigur frá dystinum

 

Sunnudagin 1. mars var fult umfar í EFFO-deildini á skránni, tá kappingarárið 2015 av álvara varð bríkslað í gongd.

 

Men á vøllinum við Margáir í Streymnesi, har EB/Streymur skuldi taka ímóti føroyameistarunum úr B36 var so mikið av kava, at dómarin metti ikki, at tað var spælandi. Tískil varð dysturin útsettur, og skuldi í fyrstu atløgu spælast við Margáir týsdagin 3. mars klokkan 16:15.

 

Men nú eru Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya, EB/Streymur og B36 blivin samd um, at liðini skifta um heimavøll og spælt verður í Havn.

 

Dysturin í kvøld millum B36 og EB/Streym verður tískil spældur í Havn. men ikki á Ovara Vølli í Gundadali. Í staðin verður spælt á Tórsvølli klokkan 18:00.