Í allar bestu líkindum vórðu tveir venjingardystir leiktir á Svangaskarði í gjárkvøldið.
Fyrst leiktu bestu liðini hjá Víkingi og EB/Streymi, og úrslitið gjørdist ein 1-2 sigur til sundalagsmenn.
Vit hava tíverri ikki nøvnini á teimum sum skutu málini.
Eftir dystin millum Víking og EB-Streym, leiktu grannafeløgini B68 og NSÍ.
Runavíkingar løgdu trýst á ta fyrstu løtuna av dystinum, men síðan tóku toftamenn yvir, og stóran part av dystinum var bólturin á NSÍ-hálvuni.
Um miðjan fyrra hálvleik legði B68 seg á odda við máli sum Keita skjeyt.
Væl út í seinna hálvleik fekk B68 brotsspark, sum varð gjørt móti Eyðuni Jacobsen, ið gjørdist leysur í NSÍ-brotsteiginum. Hann varð sjálvur settur at skjóta og setti bóltin trygt í NSÍ-málið.
Eftir 2-0 leiðsluna legði B68 seg longur aftur á vøllin, og hetta gav NSÍ onkrar møguleikar.
Einar 10 minuttir fyri leiklok minkaði Debes Danielsen um munin við máli, sum hann fekk eftir innlegg frá Jan Inga Petersen.
Endaliga úrslitið gjørdist ein 2-1 sigur til B68.