EB/Streymur spældi javnt ímóti Qarabag

EB/Streymur spældi í kvøld málleysan javnleik í móti Qarabag í Euro League. Fyrri dysturin, sum varð spældur í Gundadali, endaði 1-1 og sostatt er tað Qarabag, sum kemur víðari og skal møta belgiska Club Brugge í næsta umfari.

 

EB/Streymur vardi manniliga dystin á tamb. Teir vóru undir stórum trýsti allan dystin, men megnaðu kortini at standa sterka heimaliðnum kurl, hóast ógvusligur hiti var í Aserbadjan. Qarabag hevði fleiri góðar royndir á málið hjá René Tórgarð, sum stóð rættiliga væl, og tá hann ikki tók sær av skotunum, var tað verjan, sum vardi fyri. Ikki minst spældi Alex Jose dos Santos, vongverji í vinstru, ein branddyst. Men allir EB/Streymaleikararnir eiga rós uppiborið fyri at fáa javnt tvær ferðir í móti sterka liðnum frá Aserbadjan.

Hevði úrslitið verið øvugt, altso at dysturin í Gundadali endaði málleysur og dysturin í Aserbadjan í kvøld 1-1, so var tað EB/Streymur, sum spældi seg víðari. Men Qarabag megnaði tað, EB/Streymur ikki kláraði - at skora á útivølli, og tískil hava teir spælt seg víðari í Euro League.

 

Niðanfyri er eitt yvirlit yvir dystargongdina:

 

93. min: Liðugt! EB/Streymur fekk enn einaferð javnt í móti Qarabac, men tíverri røkkur málleysi javnleikurin ikki til, at EB/Streymur kemur víðari. Eitt megnar avrik av sundalagsmonnum!

92. min: Langt innkast frá Gert Hansen syrgdi fyri besta møguleikanum hjá EB/Streymi í dystinum, men Arnbjørn Hansen fekk ikki fótin rætt á. Hann varð hildin væl og skotið fór á málverjan.

90. min: Tríggir minuttir eru lagdir aftrat.

90. min: Qarabag skiftir út á øðrum sinni og hava góða tíð.

88. min: Fyrsta royndin hjá EB/Streymi á málið fall nú, tá Daniel Udsen royndi seg við langskoti. Skotið fór væl framvið. Daniel Udsen hevur annars yvirtikið troyggju nummar 10 eftir at Bárður Olsen hevur skift til AB.

86. min: Qarabag var ógvuliga nær við at fáa bóltin í kassan, men skotið, sum kom úr spískum vinkli í vinstru, fór dygst framvið.

86. min: 0-0. Enn stendur á jøvnum, men nú er tað EB/Streymur, sum er farið at skunda sær í deyðbóltsstøðum.

82. min: EB/Streymur skiftir út. Norðskálamaðurin Leif Niclasen takkar fyri seg og kollfirðingurin Arnar Dam kemur á vøllin. Á veg út av vøllinum klappaði Leif so pent til tey bæði Unu og Martin av Langasandi, sum eru komin at hyggja eftir EB/Streymi í Aserbadjan.

78. min: Qarabag vann sær fríspark í ógvuliga góðari støðu, men skotið fór væl framvið.

74. min: 0-0. Enn stendur á jøvnum í Aserbadjan, men Qarabac er so smátt byrja at trýsta aftur.

73. min: Fyrsta útskiftingin í dystinum er gjørd og tað var Qarabac, sum gjørdi hana. Líkt er ikki til, at sundalagsmenn eru ávirkaðir av hitanum, men teir nýta eisini hvønn einasta møguleika, teir hava, at drekka vatn.

63. min: EB/Streymur hevur seinastu tíggju minuttirnar havt bóltin luftfalsliga nógv. Sundalagsmenn flyta seg væl fyri hvør øðrum.

58. min: Eftir at hava lagt øgiliga bragdliga fyri í seinna hálvleiki, hevur Qarabag minkað um trýstið á EB/Streym, sum hóast alt framvegis setur dagsskránna. Tó so hevur EB/Streymur vitjað heilt uppi í brotsteiginum hjá Qarabag, uttan at veruligur vandi var á ferð.

48. min: Qarabag hevur trýstir EB/Streym í botn og hevur havt tveir stórar møguleikar, sum EB/Streymur fyrst vardi út til hornaspark og síðani var René Tórgarð fyri.

46. min: Seinni hálvleikur er byrjaður og EB/Streymur gav bóltin upp.

 

45. min: Hálvleikur! EB/Streymur hevur vart málið manniliga allan fyrra hálvleik. Qarabag hevur havt nakrar kjansir og vandaleyst hevur tað ikki verið, men EB/Streymur er framvegis við í dystinum.

44. min: Bólturin var í málinum handan René Tórgarð, men dómarin dømdi, sum rætt var, fyri rangstøðu.

38. min: 0-0. EB/Streymur er undir einum støðugum trýsti, men sundalagsmenn hava higartil hildið Qarabag frá teimum heilt stóru kjansunum

30. min: 0-0. Alex José dos Santos verður koyrdur í børu av vøllinum, men kemur inn aftur eftir eina løtu.

 

EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Marni Djurhuus, Sorin Anghel, Alex José dos Santos - Hans Pauli Samuelsen, Pauli G. Hansen, Pætur Dam Jacobsen, Daniel Udsen, Leif Niclasen - Arnbjørn Hansen.

Eykaleikarar: Arnar Dam, Jóan Pauli Jacobsen, Poul G. Olsen.