Tað var grannauppgerð í Gundadali í dag, tá ið tað varð spælt um sjeynda plássið í VFF kappingini.
Skála og EB/Streymur dystaðust, og EB/Streymur vann 6-3 eftir brotssparkskapping. Tá ið dómarin bríkslaði av, eftir at liðini høvdu dystast í 90 minuttir, var støðan 2-2.
Í brotssparkskappingini vóru teir í EB/Streymi púra tryggir og umsettu allar fýra royndirnar til mál, meðan skálamenn misnýttu tríggjar royndir úr ellivu metrum og bara skoraðu eitt mál.
Eftir fyrra hálvleik var EB/Streymur frammanfyri 1-0. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki setti Arnbjørn Hansen hol á, og tríggjar minuttir eftir steðgin økti Teitur D. Olsen til 2-0.
Trettan minuttir undan leikloki minkaði Andreas Egeberg Jacobsen um munin, og seks minuttir undan leikloki javnaði Niels Pauli Danielsen við brotssparki.
Og so var tað, at EB/Streymur vann í brotssparkskapping.