EB/Streymur tók ikki av

Inntil nøkur sekund undan hálvleiksbríkslinum var B68 á sigurskós, men so var tað øgiliga kostnaðarmikið, at toftamenn mistu ein mann

Tað endaði 1-1 við Margáir, har EB/Streymur í kvøld hevði vitjan av B68. Úrslitið ber við sær, at bæði EB/Streymur og B68 eru komin á stigatalvuna. ÍF er aftast við ongum stigi, og B68 og EB/Streymur eru á næstu plássunum við einum stigi.

 

B68 hevði betri tak á spælinum og fleiri spentar støður í 1. hálvleiki. Brian Jakobsen og Villiam Emil Klein mannaðu B68 álopið, og tá ið lítil hálvur tími var farin, var tað Villiam Emil Klein, sum legði toftamenn á odda. Við fínum frísparki av brotsteigarmarkinum lyfti hann bóltin omanfyri manngarðin hjá heimaliðnum, og bólturin brast í nettakið heilt úti við stólpan.

 

Tá sá tað heilt gott út hjá B68, sum hevði betri tak á tí og fleiri spentar støður. Men so var tað, at reytt kort nøkur sekund undan steðginum heilt broyttu fyritreytirnar. Høgri vongverji hjá B68 Fríði í Túni Petersen sá gula kortið fyri aðru ferð, og so vóru toftamenn undirmannaðir í 2. hálvleiki.

 

Tíggju minuttir eftir steðgin var tað Tóki H. Johannesen, ið longu eftir stórt korter avloysti skadda Hans Paula á Bø, sum javnaði. Uppspælið var í vinstru, og Boubacar Dabo, sum er fluttur úr B68 og til EB/Streym, átti í vinstru uppleggið.

 

Tá lá tað til, at EB/Streymur fór at skora fleiri mál og vinna øll stigini, men tað eydnaðist ikki. Heimaliðið spældi seg til ein heilt stóran møguleika, tá ið Boubacar Dabo úr vinstru legði til handara stólpa, har innskifti Suni Herman Petersen royndi seg, men Terje Brynjarsson, sum aftur í kvøld vardi B68 málið, stórbjargaði.

 

EB/Streymur vann fleiri hornaspørk, men tað eydnaðist ikki at vinna úrtøku úr teimum. Heldur enn at leggja bóltin í brotsteigin og miðja eftir høvdinum á Andras Ó. Olsen, so varð pilkað og pjakað í borðunum, og tí spurdist einki burturúr.

 

B68 verjan var væl skipað, og so varð dyrgt eftir møguleikanum við langari sending at spæla fyrst Brian Jakobsen og síðani innskifta Bartal Páll Klein leysan, men tað eydnaðist ikki.

 

 

 

EB/Streymur – B68 1-1 (0-1)

 

0-1: Villiam Emil Klein

 

1-1: Tóki H. Johannesen

 

Dómari: Eiler Rasmussen

 

EB/Streymur: Jóannes Davidsen – Bergur J. Poulsen, Andras Ó. Olsen, Rógvi Egilstoft, Virgar Jónsson – Robert Marcus, Emil Weihe Joensen – Jens Erik Bruhn, Hans Pauli á Bø, Boubacar Dabo – Filip  Djordjevic

 

B68: Terji Brynjarsson – Fríði í Túni Petersen, Áki Johannesen, Hjalti Strømsten, Aron Reinert Hansen  – Hanus Højgaard, Sebastian Lau Nielsen, Ragnar Samuelsen, Jóhann Hansson Joensen – Villiam Klein, Brian Jakobsen