Ebba Andreassen 50 ár

Í gjár, mikudagin 19. mai, fylti Ebba Andreassen í Havn 50 ár

Hon er sjúkrasystir og arbeiddi inntil fyri ikki so langari tíð síðani á endoskopideildini á Landssjúkrahúsinum.
Ebba er ættað úr Klaksvík. Hon er dóttir Fíu og John Høj. Hon er elst av trimum systkjum. Hini eru Jógvan og Joan, sum bæði búgva í Klaksvík.
Í 1977 varð Ebba liðug at læra til sjúkrasystir í Havnini. Stutt eftir flutti hon til Århus at búgva. Maðurin, Jens Andreassen í Ullvøruhúsinum, sum hon varð gift við í 1975, las á lærda háskúlanum í Århus, har tey búðu inntil fyrst í 1985. Meðan tey vóru í Århus, arbeiddi Ebba á Kommunuhospitalinum og seinni á einum røktarheimi í grannalagnum, har tey búðu. Jens hevur so ofta tikið til, hvussu stórur stuðul Ebba hevur verið honum. Ikki minst tey árini tá ið hann las í Århus.
Eftir at Ebba og Jens komu aftur til Føroya at búgva, hevur hon umframt á endoskopideildini arbeitt á psykiatriskari deild og á barnadeildini á Landssjúkrahúsinum og eisini á hvíldarheiminum.
Í frítíðini er Ebba sera aktiv. Henni dámar væl at fáast við handarbeiði, hon gongur høgt upp í sang og tónleik, og heimið hjá henni og Jensi í Javnagøtu er altíð víðopið, og har kemur nógv fólk á gátt at njóta hugna og blíðsskap.
Ebba og Jens eiga fýra børn. Kirstin, sum er gift Høgna Hammer úr Havnini, lærir til sjúkrasystir í Keypmannahavn. Tey eiga tvey børn - Lea og Levi. John, Rakul og Sára eru saman við foreldrunum uppi í Javnagøtu 1, har tað er opið hús hósmorgunin.