Í sannari høkjuútgávu vóru uppflytararnir av Toftum á Mølini, har tað við B68 fyritreytunum í huga kundi hugsast, at stórfavorittarnir í EB/Streymi fóru at hava vinnaraliðið úr næstbestu deildini í fjør sum kanónføði.
Fyrra umfarið boðaði frá hesum. Heimamenninir høvdu fríska høgættarlotið undan, og teir vóru støðugt omaná. Tað mesta gekk fyri seg á B68 hálvuni, og gestirnir á Mølini, sum bara høvdu Jóhan Dáva Højgaard, heilt frammi á toppinum, meðan Súni Fríði Barbá var eitt sindur aftanfyri hann, høvdu ilt við at spæla seg nakran møguleika.
EB/Streyma málverjin, René Tórgarð, hevði lítið ella rættari einki at gera. Í hinum endanum vóru fleiri ferðir boð eftir nýggja B68 málverjanum, Tórða Thomsen, sum stóð seg rættuliga væl.
Heimaliðið var í 4-5-1 útgangsstøðu, og Bárður Olsen var serliga eyðsýndur á miðvøllinum, tí tað var hann, sum átti næstsíðsta fótin á báðum málunum. Tað fyrra var Sorin Anghel meistari fyri. Hann var í málteiginum, tá ið hann fekk sendingina frá Bárða Olsen og legði bóltin inn undir málverjan. Hetta var í 19. minutti, og tjúgu minuttir seinni økti høvuðstinni miðverjin Gert Hansen til 2-0, tá ið hann við høvdinum stýrdi frísparksinnleggi frá Bárði Olsen í málið.
EB/Streymur kundi undan hvíldini og undan vindinum havt staðfest trivaligan sigur, men royndin hjá ytsta miðvallaranum í vinstru, Hans Paula Samuelsen, brast í stólpan aftanfyri Tórða Thomsen.
Komu fyri seg
Eftir steðgin hevði B68 vindin undan, og teir fótaðu sær leikliga. Øssur Hansen, sum hevði verið á vinstra vongverja, varð fluttur fram á miðjuna, og veteranurin fekk tak á spælinum. 2. hálvleikur var lítið korter gamalur, tá ið Súni Fríði Barbá, sum var meiri framrættaður eftir steðgin, við høvdinum sendi hornasparksinnlegg frá Øssuri Hansen úr vinstru í málið
B68 royndi at leggja trýst á fyri at fáa útjavnandi málið. Teir høvdu tveir møguleikar, sum kundu havt givið mál. Í fyrra førinum var EB/Streyma málverjin ikki nóg nærlagdur, tá ið hann misti bóltin eftir Øssur Hansen langskot á tvørtræið. Í seinna førinum var um reppið, at Jann Ingi Petersen var feldur, áðrenn hann spældi upp á tvørs, men bólturin var eitt vet aftanfyri púra leysa Súna Fríða Barbá.
Eisini í 2. hálvleiki hevði heimaliðið, sum lá longri aftarlaga á vøllinum, møguleikar, men Sorin Anghel, men eitt nú Hans Pauli Samuelsen og Arnbjørn Hansen misnýttu úr góðum skotstøðum, og tað eydnaðist heldur ikki Sorini Anghel at fáa mál, tá ið hann hevði møguleikan.
EB/Streymur: 3 bóltarB68: 2 bóltar