Tann 24. mars verður skipað fyri móttøku í Smiðjuni hjá Mikkjali á Trøllanesi. Henda dagin verður Economosée ? Mikkjals Smiðja latin upp. Nú smiðjan hjá Mikkjal Joensen á Trøllanesi gerst eitt Economusée, ber tað í sær, at hon verður latin upp fyri ferðafólki og øðrum áhugaðum. Inni í smiðjuni verður høvi at kunna seg um føroysku smiðjusøguna og jarnsmíð sum siðbundið handverk.
Málið er, at smiðjan skal menna førleikar, sum í dag eru horvnir. Høvi skal vera hjá ungdómi, og øðrum, ið hava áhuga við jarnsmíð, at síggja, hvussu jarnsmíð fór fram, áðrenn tað bleiv mekaniserað. Møguleiki verður eisini fyri at hava listaliga verkstovu í smiðjuni. Í smiðjuni hjá Mikkjali er essa/opin eldur og tey amboð, ið eru knýtt at jarnsmíði í essu. Men smiðjan hevur eisini øll nýmótans amboð.
Mikkjal er sjálvlærdur smiður og hevur fyri tað mesta arbeitt við umvælingum. Hann hevur tó alla tíðina, síðan hann var smádrongur, dámað best listsmíð, tvs. at gera prýðislutir úr jarni. Mikkjal hevur smíðað fleiri portur, jarn- og trappuverk, kirkjuspír o.a. Hann framleiðir eisini smærri lutir úr jarni, eitt nú ljósastakar, knakar o.a.
At Mikkjals Smiðja er vorðin eitt Economusée merkir, at smiðjan er partur av einum evropeiskum og kanadiskum netverki, ið hevur sum uppgávu at marknaðarføra og halda lív í siðbundnum handverki og hjúkla um handbornan kunnleika. Netverkið skipar og mennir smá serkøn virki innan listahandverk og siðbundið handverk. Virki, sum eru partar av Economusée, lata hurðarnar upp fyri almenninginum og bjóða læruríkar og áhugaverdar upplivingar.