Edith Frederiksen prógv sum læknaskrivari

Hósdagin 3. mai 2007 var móttøka í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum í sambandi við, at Edith Frederiksen fekk handað prógv sum læknaskrivari.

 

Undirvísingin er á Landssjúkrahúsinum, og er skipað soleiðis, at tey lesandi fara til Danmarkar á skúla fimm ferðir undir lesnaðinum, har til seinast ein verkætlan verður vard í samband við próvtøkuna.

 

Útbúgvingarleiðari er Sæunn Ólavsdóttir Hansen.