Edith Mørkøre hevur júst latið upp listafrasýning í Listastovuni, sum er á 3. hædd í Áarstovu í Havn.
Edith hevur seinastu tíðina verið ígjøgnum eina tíð við stórum broytingum, og tað sæst aftur í hennara málningum. Edith málar málningar, har arbeitt verður við strukturi og formum í akryl, og gjøgnumgangandi í hennara málistíli er samanbindingin millum tað abstrakta og naturalistiskia.
Við á framsýningini eru 20 akrylmálningar í ymiskum støddum.
Framsýningin er opin til og við 31. august. Allar dagar frá klokkan 17.30 til 24.00.