Internet Sosialurin, hóskvøld: Landsstýrið fyrireikar seg til rættarmáli mót risanum í danska fíggjarheiminum, Den Danske Bank.
Hetta sigur Edmund Joensen við danska blaðið Jyllands-Posten í morgin. Tá bankakanninign í næstu viku verður almannakunngjørd, fer ein tíggjumannabólkur av serfrøðingum at nærlesa tær 2500 síðurnar. Um frágreiðingin tyngir leiðsluna í Den Danske Bank - og vísir, at stórbankin í 1993 hevur hildið aftur upplýsingum um tap í dótturfelagnum, Føroya Banka, áðrenn bankin varð yvirtikin av føroyingum - endar málið í rættinum, er Edmund Joensen endurgivin fyri at siga við danska blaðið.