Edmund Joensen hevur gjørt nýggju miðlasemjuna í Danmark. Og tað er flott, at ein føroyskur fólkatingsmaður megnar at gera eina fýra ára langa miðlasemju millum Vinstra og stjórnarflokkarnar í Danmark við Helle Thorning Schmidt á odda.
Kanska veruleikin ikki er heilt so einfaldur, og kanska vit á Blits misskilja tað eitt sindur. Men tað er nokk tað, sum er meiningin hjá føroyska fólkatingsmanninum hjá Sambandsflokkinum og spunasmiði hansara. Á Facebook hjá Edmundi er boðskapurin greiður:
Edmund Joensen, fólkatingsmaður:
»Nú mundi eg sagt, at "den er helt gal", bæði í KvF og hjá Høgna Hoydal.
Hetta, at DR frameftir skal upplýsa meira um Føroyar og føroysk viðurskifti, er bara positivt, og tað hevur absolutt ONKI við fíggjarligu støðuna hjá KvF og føroyskum miðlum at gera.
At formaðurin í Tjóðveldi vil avmarka vitanina um Føroyar uttan fyri landoddarnar, er bert ein váttan um avbyrgingarpolitikkin hjá tí flokkinum.
At Høgni Hoydal harafturat ræðist fyri, at føroyingar fara at síggja og hoyra føroyska dekningin hjá DR, sigur nógv um álitið, tann flokkurin hevur á føroyingum.
Lat okkum heldur fegnast um framstigini, ið vera gjørd.
Sambandsflokkurin á Christiansborg hevur í nýggju miðlasemjuni á Christiansborg syrgt fyri, at føroysk viðurskifti frameftir verða sjónligari í Danmark. Tað er eitt framstig, sum fer at gagna føroyingum.«