Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Aksel V. Johannesen, løgmanni, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a) um uttanríkisfrágreiðing. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn.
Løgtingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum vil hava løgmann at greiða nærri frá, nær løgtingið fer at fáa árligu uttanríkisfrágreiðingina, og hví ongin árlig uttanríkisfrágreiðing er latin løgtinginum hetta valskeiðið, sum nú lækkar móti endanum.
Edmund Joensen sigur, at tað hevur verið siðvenja síðani hann sjálvur sat sum løgmaður, at landsstýrið legði eina uttanríkisfrágreiðing fyri løgtingið eina ferð um árið, sum síðani bleiv viðgjørd í einum aðalorðaskifti.
- Endamálið við frágreiðingini og aðalorðaskiftinum er at fáa eitt breitt politiskt uttanlands- ella uttanríkisorðaskifti í lag, soleiðis at tingfólk, sum ikki eru limir í Uttanlandsnevndini, eisini fáa neyvt og haldgott innlit í uttanlandsviðurskifti Føroya. Harumframt er tað bæði gott og konstruktivt, at tingfólk fáa høvi at koma við áskoðanum og hugsanum á hesum týðandi øki. Føroya fólk fáa somuleiðis kunnleika um, hvat fyriferst, sigur Edmund Joensen, løgtingslimur.
Edmund Joensen sigur, at hann spurdi løgmann um hetta fyri einum árið síðani, og tá var svarið, at frágreiðingin fór at verða løgd fram í vár.
- Várið er farið afturum, summarið somuleiðis og seinasta freistin at leggja uppskot fyri tingið á heysti, er eisini farin. Samgonguskeiðið fer at halla og ongin frágreiðing er enn komin til Løgtingið frá landsstýrismanninum í uttanríkismálum, sigur Edmund Joensen.
- Hetta er ikki ein nøktandi støða, at Løgtingið ikki fær frágreiðing um uttanlandsmál. Løgtingið hevur ynskt og fingið fullar heimildir á uttanlandsmálum eftir uttanríkisheimildarlógini. Løgtingið hevur eisini seinastu árini samtykt fleiri stór mál og ætlanir, sum landsstýrismaðurin umsitur - mál, sum eitt einmælt Løgting hevur samtykt og hevur størsta áhuga í at frætta frá, sigur hann.