Liðskiparin á føroyska U21-landsliðnum, Hákun Edmundsson, hevur skrivað undir sáttmála við KÍ. Tað veit Norðlýsið at siga í kvøld. Sáttmálin er galdandi fyri komandi kappingarár.
Sosialurin hevur í eina tíð sett Hákun Edmundsson í samband við KÍ, og í kvøld eru tíðindini so loksins blivin váttaði.
Les eisini: Vit gita: Edmundsson til KÍ
Tað hevur verið danska felagið, Vendsyssel FF, ið hevur rátt yvir Hákuni Edmundssyni, men kappingarárið í ár var hann útleigaður til Skála.
Hákun Edmundsson er 21 ára gamal, og hann hevur spælt við føroysku U17-, U19- og U21-landsliðunum. Í Effodeildini er tað blivið til 88 dystir og seks mál.