Andrias Edmundsson hevur fingið nýtt felag og tað er í Póllandi. Talan er um felagið Chojniczanka úr Póllandi, sum hevur kunngjørt nýggja spælaran í felagnum. Chojniczanka spælir í triðbestu deildini í Póllandi.
Andrias Edmundsson hevur seinastu árini spælt við spanska felagnum Águilas FC. Hann hevur verið í samráðingum við spanska felagið, men tað bleiv ikki til ein nýggjan sáttmála. Miðverjin er blivin 22 ára gamal og hevur eisini verið settur í samband við fleiri føroysk feløg.
Fyri kortum gjørdi Magnus Holm Jacobsen eisini sáttmála í Póllandi. Hann skal spæla í næstbestu deildini.