Edvard skal eisini prýða Ósáskúlan

KLAKSVÍK: - Ístaðin fyri at hyggja inn í ein svartan og deyðan vegg, fáa næmingar og lærarar nú veggin prýddan við myndlist hjá Edvardi Fuglø.

Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini í Klaksvík fegnast um avtaluna, ið býráðið herfyri gjørdi við kenda listamannin úr Klaksvík.

Fyri Portalinum upplýsir hon, at henda avtalan snýr seg í stuttum um, at øll bygging av t.d. skúlum, stovnum og øðrum almennum bygningum skal skipast soleiðis, at listarligt prýði hereftir verður partur av byggingini.

Í farna mánaði gjørdist greitt, at Edvard Fuglø skal prýða skúlan við Ósánna við myndlist – í hesum førum eitt verk úr føroysku sagnunum, ið skal verða á hurðavegginum millum tónleikastovuna og auluna í skúlanum. Hann fekk annars fyrr í mánaðinum mikið og vælfortjent rós fyri vøkru listarverkini, usm handa í kjallaranum í Christianskirkjuni í Klaksvík.

- Mentanarligu virðini eru menniskjaskapt virði. Mentanin er rein og ekta, soleingi vit ikki hugsa um fíggjarligan vinning.

- Tí eigur okkara kommuna at lata stuðul til mentanarlig tiltøk, sum koma borgarum okkara til góðar, vísir Signhild V. Johannesen á.

Og hon endar prátið við Portalin við hesum orðum:

- Listaverkið kann uttan iva verða við til at skapa forvitni og áhuga hjá okkara børnum og ungu. Vónandi verða tey eisini eggjað til at nema sær listarligar førleikar.

Arbeiðið hjá Edvardi at prýða skúlan við Ósánna verður gjørt, nú skúlarnir eru í summarfrí.