Polestar-deildin:
Mjølnir – ÍF 3-1 (24-26, 26-24, 25-14, 25-20)
Lítil ivi er um, at Mjølnir fer at koma í sína níggjundi FM-finalu á rað, eftir 3-1 sigurin á ÍF í Klaksvík í dag, tí við teimum trimum stigunum fór Mjølnir 12 stig framum ÍF á triðja plássi, nú landskappingin er hálvrunnin. ÍF hevur tó spælt tveir dystir færri enn Mjølnir.
Ffinalurøðin hjá Mjølni byrjaði í 2018, men ta ferðina vann ÍF-finnalurnar og gjørdist føroyameistari, men síðani hevur Mjølnir vunnið sjey FM-finalur á rað.
Í dystinum í dag var tað ÍF, sum tók fyrsta stingin. Mjølnir var á odda stóran part av settinum og 18-17, tá ÍF vann tríggjar bóltar á rað og fór framum 23-20. Mjølnir javnaði tó til 23-23 og aftur til 24-24, áðrenn ÍF vann settið 26-24.
ÍF legði seg síðan á odda 16-13 í øðrum setti, og var eisini frammanfyri 23-22, men Mjølnir fór framum 24-23, áðrenn settið var vunnið 26-24.
ÍF var aftur á odda í triðja setti, men eftir 8-6 gekk heilt galið, tí Mjølnir vann átta stig á rað og legði seg á odda 14-8, áðrenn settið varð vunnið 25-14.
Veruligur spenningur kom ongantíð aftur í dystin, tí Mjølnir vann sær alt fyri eitt trygga leiðslu í fjórða setti og var á odda 8-2 og 12-5. ÍF gjørdi tó ein vørr og minkaði um munin til 17-19 og 18-20, men við trimum á rað dró Mjølnir aftur frá og vann settið 25-20.
Í gjár vann SÍ tryggan 3-0 sigur á Fleyr í Sørvági við settúrslitunum 25-17, 25-15 og 25-22.
Støðan í Polestar-deildini:
|
Nr. |
Lið |
Dystir |
Settmunur |
Stig |
|
1 |
Mjølnir |
9 |
19 |
24 |
|
2 |
SÍ |
8 |
13 |
18 |
|
3 |
ÍF |
7 |
4 |
12 |
|
4 |
Fleyr |
8 |
-13 |
6 |
|
5 |
Ternan |
8 |
-23 |
0 |











