Sigrar á útivølli til liðini hjá Jóhan og Óla

GOG og Skanderborg-Aarhus eru jøvn á stigatalvuni

Liðini hjá Óla Mittún og Jóhan á Plógv Hansen, GOG og Skanderborg-Aarhus er jøvn í stigum í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Skanderborg-Aarhus er nummar trý og GOG er nummar fýra, bæði við 22 stigum. 

 

Jóhan skoraði átta mál upp á 10 málroyndir, tá Skanderborg-Aarhus á útivølli vann tepran 35-34 (19-16) sigur á HØJ.

 

Óli var noteraður fyri eitt upplegg til mál, tá GOG á útivølli vann 35-29 (16-16) á Grindsted.

 

Ribe-Esbjerg uttan Teis Horn Rasmussen á liðnum tapti á heimavølli 27-31 (16-18) fyri TMS Ringsted.

 

Ribe-Esbjerg er nummar 10 í deildini við 13 stigum.