Eftir heilabløðing: Komi ongantíð at rógva aftur

KAPPRÓÐUR: - Eg havi ongantíð verið sjúkur, men eftir Varmakelduróðurin í Fuglafirði, varð eg illa til passar. Eg merkti, at hjartað ikki slóð rætt, tað mestsum leyp um.

Soleiðis greiðir 39 ára gamli rógvarin, Svein Rógvi Ljósstein Nielsen frá í práti við Vagnur Michelsen, ið varðar av heimasíðuni hvannrok.fo. Hann hevur verið ein av ídnu rógvarunum umborð á Klaksvíkingi, men hesin kapittulin í lívi hansara er nú at enda komin.

Forsøgan til hesa ógvusligu og lítið hugaligu støðu er endin á kappróðurin í Fuglafirði fyrr í mánaðinum. Svein Rógvi merkti tá, at hjartað slóð ikki rætt, og fór tí beinanvegin til lækna. Men tá vísti alt seg at vera í lagi.

- Mín niðurstøða um orsøkina var, at eg hevði ovtikið meg á Varmakeldu, tí báturin varð ótrúliga tungur at rógva. Tveir nýggir rógvarar vóru haraftrat komnir umboð, og tí máttu fleiri rógvarar skifta pláss í bátinum.

- Óivað kravdi róðurin tí ov nógv, og tí gjørdist eg ótrúliga troyttur eftir róðurin, greiðir hann frá. Men fríggjamorgunin í farnu viku broyttist alt aftur – hesaferð til tað verra:

Kona hansara, Annika var farin til arbeiðis, og hann lá í songini. Men støðan alt annað enn góð:

- Eg fór knappliga at síggja dupult; føldi, at eg datt til vinstru, og balansan var alt annað enn góð. Eg ringdi tí eftir Anniku, sum kom beinanvegin. Hon sá, at okkurt álvarsligt var áfatt. Eg kom á fyrst á sjúkrahúsið í Klaksvík, og so víðari á Landssjúkrahúsið, har tey staðfestu, at blóðtøppur var høgrumegin í heilanum.

Á Landssjúkrahúsið fekk Svein Rógvi beinanvegin blóðtynnandi heilivág, varð kannaður og kom í viðgerð fyri blóðtøppin. Og viðgerðin gav tíbetur úrslit.

Svein Rógvi greiðir frá, at hann er ótrúliga troyttur, svevur nógv, men hevur tað annars gott, og alt er spakuliga komið á pláss aftur. Soleiðis var ikki at byrja við, tá høgra síða í andlitinum var eitt sindur deyð, men hetta hevur rættað seg aftur.

- Læknin segði mær, at eg ongantíð aftur komi at rógva kapp, ella rættari sagt at íðka ítrótt aftur á høgum støði. Meng eri fegin um, at støðan í løtuni er góð, tí blóðtøppurin kundi gjørt meira skaða, sigur Svein Rógvi m.a. í samrøðuni við Vagnur Michelsen.

Hóast likamligu umstøðurnar, so hevur hann kortini ikki mist áhugan fyri kapprógving.

- Eg vóni, at tað fer at ganga Klaksvíkingi væl á ólavsøku!

Mynd:

Svein Rógvi er í løtuni til viðgerðar á Landssjúkrahúsinum.

(Mynd: Vagnur Michelsen, hvannrok.fo)

Les alla samrøðuna her: www.hvannrok.fo/2013/07/17/svein-rogvi-fekk-seinasta-friggjamorgun-blodtopp-i-heilan/