Allir tríggir føroyingarnir, Áki Egilsnes, Allan Norðberg og Nicholas Satchwell vóru á vøllinum fríggjakvøldið, tá ið tað gjørdist til 24-24 javnleik á útivølli ímóti Selfossi. Hetta var kappingarársins annar dystur. Tann fyrsti endaði við sigri á Fram.
Les eisini: Útisetar: Tríggir føroyingar vunnu á tveimum í Íslandi
Áki Egilsnes skoraði fýra mál, meðan felagin høgrumegin, Allan Norðberg skoraði fimm ferðir ímóti Selfossi.
Íslendska hondbóltssendingin, “Seinni Bylgjan”, velur eitt úrvalslið eftir hvørt umfar, og teir báðir lámu føroyingarnir hava í fleiri førum áður roynt at verið kosnir at vera bestir á sínum plássi.
Eftir sigurin á Fram royndi Áki Egilsnes aftur at vera besti høgri bakkur, meðan Nicholas Satchwell royndi á fyrsta sinni - og í fyrstu royndini - at vera kosin besti málverji.
Eftir javnleikin ímóti Selfossi, vildi Allan Norðberg eisini upp í part, og var kosin besti høgri vongur.
##med2##
Teimum dáma føroyskar hondbóltsleikarar á Akureyri.
Áki Egilsnes er farin undir fjórða árið í KA, meðan Allan Norðberg er farin undir triðja árið í felagnum.
Føroyski landsliðsmálverjin Nicholas Satchwell legðist afturat í summar.
KA endaði nummar tíggju seinasta kappingarár. Í íslendsku miðlunum var meira enn so hildið fyri, at um Áki Egilsnes ikki hevði stríðst við skaðar, hevði úrslitið tá verið frægari.
Støðan í Ólisdeildini hjá monnum (hsi.is):
NR | Felag | Dystir | S | J | T | Mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | Valur | 2 | 2 | 0 | 0 | 76 | 22 | 4 |
2 | Haukar | 2 | 2 | 0 | 0 | 50 | 8 | 4 |
3 | KA | 2 | 1 | 1 | 0 | 47 | 2 | 3 |
4 | Selfoss | 2 | 1 | 1 | 0 | 51 | 1 | 3 |
5 | Afturelding | 2 | 1 | 1 | 0 | 51 | 2 | 3 |
6 | FH | 2 | 1 | 0 | 1 | 54 | 2 | 2 |
7 | ÍBV | 2 | 1 | 0 | 1 | 61 | 0 | 2 |
8 | Grótta | 2 | 0 | 1 | 1 | 44 | -1 | 1 |
9 | Stjarnan | 2 | 0 | 1 | 1 | 51 | -1 | 1 |
10 | Fram | 2 | 0 | 1 | 1 | 48 | -2 | 1 |
11 | Þór Ak. | 2 | 0 | 0 | 2 | 41 | -7 | 0 |
12 | ÍR | 2 | 0 | 0 | 2 | 55 | -26 | 0 |
Meira úr savninum:
Áki og Allan leingja í Íslandi
Video: Áki skaddur - Allan fær høllina at kóka
KA er við at stabilisera seg í bestu deildini (FM1)
Áki ársins spælari í KA - Allan tók móti heiðrinum
Áki er besti leikari í september mánaða