Eftirlitið við útlendingum, sum ætla sær til Føroya, skal nú herðast.
Tað hevur samgongan sett sær fyri, og Poul Michelsen, landsstýrismaður í útlendingarmálum, er longu farin undir arbeiðið.
Í hesum sambandi er endamálið at tryggja, at útlendingalóggávan verður handhevjað til fulnar, og at eftirlitið verður hert, so at ófriðarfólk ikki sleppa inn í landið, sigur Poul Michelsen í einum kunningarskrivi.
Hetta er enn eitt stig í royndunum at forða fyri, at limir í Sea Shepherd, ella limir í øðrum felagsskapum, sum vilja forða okkum at drepa grind, yvirhøvur sleppa at seta fótin á land í Føroyum.
Poul Michelsen sigur, at reglurnar á útlendingaøkinum eru soleiðis, at verða útlendingar, sum ætla sær til Føroya, mettir at vera til vanda fyri lóg og landaskil, kunnu myndugleikarnir sýta teimum at koma til landið. Og eru teir longu komnir til landið, kann innferðarloyvi verða tikið frá teimum aftur, so at teir verða sendir avstað aftur.
Harumframt stendur í útlendingalógini, at útlendingar skulu hava arbeiðsloyvi fyri at kunna arbeiða í Føroyum, eisini tá ið talan er um ólønt arbeiði.
Og landsstýrið metir, at í summum førum kann virksemið hjá mótmælisfólki, sum koma til landið at mótmæla grindadrápi, roknast sum arbeiði, og tí fer nú at verða kravt, at tey skulu hava arbeiðsloyvi.
Poul Michelsen sigur, at landsstýrið hevur tikið málið upp við danskar myndugleikar, sum varða av passeftirlitinum.
Hetta er fyri at tryggja, at reglurnar á útlendingaøkinum verða handhevjaðar til fulnar, so at forðað verður fyri, at fólk, sum gera seg inn á okkum, sleppa inn í landið.
- Landsstýrið hvørki kann ella fer at forða fólki at nýta rættin at mótmæla. Men mótmælisfólk skulu halda seg innan fyri lógarinnar karmar, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.
Samstundis ætlar landsstýrið eisini sat nokta skipum og bátum, hjá Seapherd, ella øðrum felagsskapum, sum gera seg inn á grindadráp, at koma inn á føroyskt sjóøki. Les meiri um tað við at trýsta HER