Eftirmetingin verður 13. november

Tað hevur verið siður seinnu árini, at føroyski feløgini hittast nakað undan aðalfundinum hjá FSF, soleiðis at mál, sum tá kunnu hugsast at koma fyri, kunnu verða viðgjørd innanhýsis fyrst.
Fyrst og fremst snýr fundurin seg um tað, sum er farið fram í árinum, og hartil verður so sjálvsagt eisini tosað um, hvørjar broytingar møguliga skulu gerast til komandi ár.
Fyri at gera skránna greiðari, hevur FSF í ár biðið feløgini um at koma við upppskotum til broytingar í seinasta lagi 3. november.