Sum búskaparliga støðan er nú, heldur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, at tað er ov dýrt at byggja ein nýggjan eftirskúla í Hvalba, soleiðis sum tosað hevur verið um í fleiri ár nú.
Tað sæst í einum svari, hon gevur Kára á Rógvi, tingmanni, sum hevur spurt hana um eftirskúlan í Hvalba.
Ístaðin fyri at byggja nýggjan skúla í Hvalba, roynir Helena Dam á Neystabø at fáa kommunurnar í Suðuroy til at gera ein eftirskúla í onkrum av teimum skúlabygningunum, sum longu eru í Suðuoynni.
Sjálv heldur hon, at skúlin í Sumba er serstakliga væl egnaður til endamálið.
Hon sigur, at nú bæði landið og kommunurnar eru í svárari fíggjarligari støðu, vónar hon at finna semju um eina alternativa loysn, sum er bílígari, og sum bæði landið og
kommunurnar kunnu arbeiða víðari við.
Fyribils hava kommunurnar í Suðuroy kortini havnað hesum tankanum, tí tær halda fast um, at eftirskúlin skal vera í Hvalba.
Harafturat vísir landsstýriskvinnan á, at tað er neyðugt at fáa eina greiðari mynd av, hvusu stórur tørvur er á eftirskúlum í Føroyum.
Hinvegin vísir hon eisini á, at verður Suðuroy vald til eftirskúlavirksemi í Føroyum, kunnu háskúlar, ymiskt skapandi virksemið og annað útbúgvingarvirksemi, ið liggur upp at einum eftirskúla, eisini mennast í Suðuoynni.
Men í hesum føri heldur hon, at tað er neyðugt at gera eina gjølliga greining av, hvørjar
útbúgvingar eiga at vera í Suðuroy.
65 høvdu farið á eftirskúla í Hvalba
Í sambandi við ætlanina at byggja eftirskúla í Føroyum, hevur tað eisini verið umrøtt, hvussu stórur tørvur tað er á einum slíkum skúla í Føroyum.
Í einum svari til Kára á Rógvi, løgtingsmann, staðfestir Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, at so vítt hon veit, eru ongi hagtøl, sum lýsa tørvin á einum eftirskúla.
Men í apríl mánaði í ár, sendi mentamálaráðið spurnarblað til allar næmingar í 9. Flokki í Føroyum og spurdi teir, um teir høvdu havt áhuga at farið á einum eftirskúla í Hvalba
Allir skúlarnir svaraðu uttan Tvøroyrar skúla og Felagsskúlanum á Oyrarbakka.
Av teimum 634 næmingunum, sum svaraðu, søgdu 65, at teir høvdu farið á ein eftirskúla í Hvalba.
Hinvegin er ongin kanning gjørd ímillum føroyingar uttanlands fyri at vita, hvussu nógvir høvdu komið heim til Føroya á ein eftirskúla.