Eg ætli mær at njóta tað til fulnar

Hetta hevur stóran týdning fyri meg, og eggjar tað øðrum at gera tað sama, er tað frálíkt, sigur landsstýrismaðurin

Hetta hevur stóran týdning fyri meg. Tað sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum. Fyri átta mánaðum síðani varð hann pápi og í dag fer hann í barnsburðarfarloyvi í átta vikur.

 

Hetta er søgulig hending, tí tað er aldrin hent áður, at eitt landsstýrisfólk, hvørki kvinna ella maður, er farið í barnaburðarfarloyvi. Bjarni Kárason Petersen segði við FM1 nú seinnapartin, at tá ið hann nú fer í barnsburðarfarloyvi, er tað fyrst í fremst í hann hetta hevur stóran týdning fyri hann at gera, og tí at hetta hevur týdning fyri familjuna.

 

Hann sigur, at er okkara fyrsta barn og tí leggur hann serliga stóran dent á at fara í barnsburðarfarloyvi. Pápar hava rætt til at fara í barnsburðarfarloyvi, men tað er eingin loyna, at føroyskir pápar eru serstakliga trekir at brúka hendan møguleikan.

 

– Tann fyrsta tíðin saman við barninum er serstøk. Tað er ein tíð, ið mann ikki fær aftur, og tí er tað ein dýrabar tíð, segði hann við FM1. Og hann leggur afturat, at hann ætlar sær at njóta tað til fulnar.

 

Men hann sigur, at hevði hetta eggjað fleiri pápum at gjørt sum hann, hevði tað verið frálíkt, tí so er alt vunnið.

 

Les eisini: Hann vónar at aðrir pápar gera sum hann