Eg angri als ikki, at eg valdi London

- Eg visti, so skjótt fyrsta lestrarhálvan byrjaði, at eg hevði tikið røttu avgerðina, sigur Rebecca Piculell Saxov, sum lesur bachelor í Criminology og Criminal Psychology (Brotsfrøði og Brotsverksfrøðilig sálarfrøði á føroyskum) á University of Greenwich í London.

Hendrik Jacobsen

 

 

 

Hví valdi tú at lesa brotsfrøði og brotsverksfrøðiliga sálarfrøði?

 

- Síðan eg var tannáringur, havi eg altíð verið áhugað í brotsmálum, og hvussu tey vera loyst. Sum yngri hugdi eg nógv eftir krimirøðum so sum Criminal Minds og CSI Miami, og eg hyggi enn ofta eftir krimirøðum á Netflix.

 

Tá vit høvdu samfelagsfrøði á miðnámi, høvdu vit eitt sindur um brotsfrøði, og tá visti eg, at tað uttan iva var tað, eg skuldi lesa. Eg eri eisini sera áhugað í málum um rúsevni, so komandi lestrarhálvuna fari eg hava eina lærugrein um rúsevnismál í Stórabretlandi.

 

Vit læra eisini nógv um mannarættindi, sum eisini er spennandi. Eg visti, so skjótt fyrsta lestrarhálvan byrjaði, at eg hevði tikið røttu avgerðina. Hóast eg havi fingið mín áhugað av at hava sæð krimirøðir sum yngri, er tað slettis ikki sum í filmum, men kortini er tað mega áhugavert.

 

Hvat ger mann, tá mann lesur hetta?

 

- Útbúgvingin er rættiliga nýggj. Brotsfrøði hevur verið til leingi, men í brotsverksfrøðiligari sálarfrøði kannar tú, hvussu ein brotsmaður hugsar, og hví ein brotsmaður velur at fremja eina brotsgerð. Fyrstu lestrarhálvuna snýr tað seg fyri tað mesta um at læra um teoriir innan brotsfrøði og um teir fyrstu teoretikararnar, sum valdu at granska brotsfrøði.

 

Tað var ikki so áhugavert at bara sita og hoyra um tað fyrstu lestrarhálvuna, men tað er sjálvandi týdningarmikið at læra um. Komandi lestrarhálvuna fari eg at læra meira um, hvussu brotsmál verða loyst. Tað er rættiliga spennandi! Vit læra, hvat mann skal halda eyga við í einum brotsmáli, og hvat mann skal halda eyga við, tá mann er á einum brotsgerðarstaði. Vit sita ikki bara á skúlabonkinum alla tíðina, og í næstu viku fara vit at vitja eitt fongsul og síggja, hvussu tey arbeiða har.

 

Seinni í útbúgvingini sleppa vit í starvsvenjing í fonglsum, har vit skulu kanna málini hjá ávísum fangum og kanna, hvørt tey møguliga eru ósek. Vit skulu gera DNA-kanningar, kanna eftir hvar tann dømdi var á degnum, tá brotsmálið hendi, og mangt annað. Tað er mega spennandi! Eg tími eyka væl at vera í skúla hesa lestrarhálvuna, tí eg sleppi at royna ymiskt við tí, sum eg lærdi um fyrstu lestrarhálvuna.

 

Hví valdi tú at fara uttanlands at lesa? Og hví London?

 

- Eg visti ikki akkurát, hvar eg vildi lesa, tá eg var liðug við miðnám, men sum tað allar fyrsta valdi eg at flyta til Fraklands saman við vinkonu mínari, og har búði eg í tvey ár. Í Fraklandi tosaði eg fyri tað mesta enskt í gerandisdegnum, og eftir tvey ár føldi eg meg tryggari við at tosa enskt enn at knappliga skula tosa danskt, um eg valdi at lesa í Danmark.

 

So eg vildi heldur taka eina enska útbúgving enn eina danska. Eg hevði ikki hug at flyta til Írlands ella Skotlands, og eg havi familju her í London, so tað passaði væl at fara undir útbúgving her.

 

Eg elski London, og eg havi ferðast nógv til London fyrr síðan eg var 15 ára gomul. Fleiri systkin hjá mær hava búð her áður, og beiggi mín býr her eisini nú, eins og eg geri. Eg føldi, at eg kendi býin nóg væl til at vita, at eg fór at trívast væl her, og í dag kann eg siga, at eg als ikki angri, at eg valdi at lesa í London.

 

Vildi tú viðmælt London sum lestrarbý?

 

- Eg viðmæli heilt sikkurt London sum lestrarbý. Skúlarnir gera nógv fyri, at næmingar skulu trívast væl her við nógvum ymsum tiltøkum. Her eru eisini nógv feløg sum til dømis rennifeløg fyri tey, ið dáma væl at renna. Tú kanst finna feløg fyri so at siga alt.

 

Fólkini her eru mega vinalig og opin, so tað er lætt at fáa vinir. Tó skal sigast, at tað er øgiliga dýrt at búgva í London, so eg havi eitt arbeiði við síðuna av fyri at fáa endarnar at røkka saman. Nógv velja at taka lán, men tað tími eg ikki, so eg fekk mær eitt arbeiði ístaðin.

 

 

 

Hevur tú nøkur góð ráð til onnur, sum ætla sær uttanlanda at lesa?

 

- Skalt tú flyta til London, skal tú hava eitt visa. Tað kann vera nokk so dýrt, men tað er neyðugt, nú Stórabretland ikki er í ES longur. Annars krevja allir skúlar í Stórabretlandi, at tú hevur Cambrigde Assesment English prógvið.

 

Eg tók tað á Glasi, so um tú gongur á miðnami og umhugsar at flyta til London, so vil eg mæla at taka tað, meðan tú gongur á miðnámi. Tað eru nokk tey mest umráðandi ráðini, eg havi. Annars haldi eg bara, at tú skal taka stigið, um tú umhugsar at flyta til Onglands, tí tú fert ikki at angra tað! Tú verður ordiliga glað/ur fyri tað, og tað er feitt at kasta seg út í tað, sjálvt um tað kanska ikki er tað mest vanliga at velja London sum lestrarbý. Skúlarnir her bjóða bústaðir til lesandi, so øll fáa okkurt at búgva í, sum lesa her.

 

Tað er sum sagt nokk so dýrt at búgva í London, men her er tað bíligari enn at skula finna sína egnu íbúð. Eg havi eitt kamar við mínum egnum vesi, og so deili eg køk og altan við sjey onnur lesandi. Vit finna heilt væl út av tí saman, og eg eri blivin mega tøtt við tey. Tað er ein góður og lættur máti at fáa vinfólk, tí tit búgva saman, eta saman hvønn dag, og so kemur tú eisini at brúka nógva tíð saman við teimum til mong onnur høvi. Fólk bjóða ofta inn til veitslur í teimum ymsu íbúðunum, og øll á skúlaheiminum verða bjóðað.

 

Tá tú ert sloppin inn á skúlan, fert tú bara inn á heimasíðuna hjá skúlanum og søkir um eitt kamar. Tey hava nógvar ymiskar íbúðir tætt við skúlan, og tað tekur mær bert fimm minuttir at ganga í skúla um morgunin. Tað er ordiliga deiligt, tí so sleppur mann frá at skula hugsa um at finna okkurt at búgva í.

 

Tað kann sjálvandi vera eitt sindur strævið at búgva við so nógvum fólkum. Summi rudda ikki upp eftir sær soleiðis, sum mann sjálv/ur hevði gjørt, men tað venur mann seg við.

 

Greinin stóð í Lestrarblaðnum, Sosialurin 23. februar 2024