info
Ongi úrslit

– Eg droymi um gjøgnumbrot í Danmark

Jóhanna Norðberg Niclasen skal luttaka í danska Melodi Grand Prixnum. Í síðstu viku var long samrøða við hana í Sosialinum um hennara nýggju EP. Vit deila her greinina, so tit lesarar kunnu læra hana betur at kenna áðrenn stóra grand-prix-brakið leygarkvøldið 1. mars

Pætur Hjalmar Evensson
6. februar 2025 kl. 12:00

– Eg vil altíð hava, at fólk skulu kunna spegla sær í tekstunum og kunna rópa og dansa til teir.

 

Soleiðis sigur Jóhanna Norðberg Niclasen um sína nýggju EP, sum hon gav út hin 10. januar. EP’in kallast “Hear Me Now”, og hon brúkar listanavnið Sissal. 

 

LES EISINI: Føroyingur skal vera við í danska Melodi Grand Prixnum

 

Fimm løg eru á EP’ini, og reyði tráðurin er, at tey øll hava íblástur úr tí svenska popp-universinum – eitt univers, sum altíð hevur fascinerað Jóhannu. 

 

– Tað er eitt ljóð, ið ikki verður framleitt í Føroyum, og tí hevur tað eyka nógv at siga fyri meg at koma við onkrum nýggjum til føroyska tónleikaheimin, sigur hon. 

 

Hvat snúgva løgini á EP’ini seg um?

 

– Har eru fleiri tema, og tað er bæði hjartasorg, at standa upp fyri sær sjálvari, at ferðast ígjøgnum lívið við upp og niðurtúrum og kærleikssangir til vinfólk.

 

– Eg ynskti at skapa eina EP í hesum popp-elektroniska universinum og samstundis hava erligar tekstir, har eg vísi mína sárbaru og erligu síðu og mína “bad-ass” síðu.

 

Ein fantastisk og lærurík uppliving

Allur tónleikurin á EP’ini hjá Sissal er upptikin í Keypmannahavn, har hon býr. Hetta hevur verið nakað nýtt fyri hana, tí higartil hevði hon í høvuðsheitum bara gjørt tónleik í Føroyum.

 

– Tað hevur verið ein fantastisk uppliving at tikið EP’ina upp. Eg havi arbeitt við ótrúliga dugnaligum tónleikarum, sum allir eru lidnir á konservatoriinum og hava nærmast fingið jazz og klassiskan tónleik inn við móðurmjólkini - og tað havi eg jú ikki, greiðir Jóhanna Norðberg Niclasen frá. 

 

– Tað hevur verið ekstremt læruríkt og gevandi at arbeitt við Max Ulver (co-writer) og Christian Coer, framleiðara.

Myndin er ikki tøk

– Eg havi fingið eina heilt aðra mynd av, hvussu ymiskt fólk arbeiða, og hvussu nógv man kann læra frá hvørjum øðrum - alt eftir hvat man brennir fyri musikalskt. 

 

Hevur tað verið stuttligt ella strævið, ella hvussu?

 

– Tað stuttligasta er avgjørt sjálva prosessin at gera tónleikin. Har kreativiteturin útfoldar seg, og tónleikurin tekur form. Tað er har, eg føli tað er mest… innihaldsríkt? Og so skal man eisini vera heilt forbannað tolin, tí tað tekur øgiliga langa tíð at gera eina EP. Mín tók eitt sindur yvir 1 ár, og tað er enntá øgiliga stutt fyri nógv.

 

Hvussu víkja hesa nýggju løgini frá tí tónleikinum, tú áður hevur útgivið?

 

– Tey fyrstu tvey løgini, eg útgav, vóru framleidd av Sakaris E. Joensen, sum er ein fantastiskur framleiðari. Teir høvdu eitt meira elektroniskt ljóð, men allíkavæl í einari aðrari sjangru. Eftirfylgjandi havi eg útigvið tveir sangir, har alt er upptikið live í Studio Bloch, sum hevur eitt nógv meira organiskt ljóð.

 

– Teir sangirnir, eg havi útgivið fyrr, hava verið merktir av teimum tónleikarum, eg havi havt runt um meg. Tað hevur tískil eisini verið eitt organiskt ljóð, og eg havi elskað hvørt sekund, eg havi arbeitt við hesum monnum, sigur Jóhanna Norðberg Niclasen. 

 

GAFFA: – Halt eyga við Sissal

Hóast EP’in júst er komin út, so gav Sissal longu trý stakløg út í fjør, sum hava verið at hoyrt í útvarpinum. Eisini er føroyska sangarinnan blivin umrødd í stóra danska tónleikablaðnum GAFFA. Í heyst skrivaði GAFFA eina grein um nýggj nøvn á danska tónleikapallinum, sum eru verd at halda eyga við – tí hesi nøvnini kemur man uttan iva at hoyra meira til. Eitt av nøvnunum her var føroyska Sissal.

 

Tað var stuttligt at blíva nevnd í har, heldur hon sjálv, um man spyr hana.

 

– Jamen tey høvdu hoyrt mín tónleik og hildu, eg skilti meg út á onkran hátt. Tað er altíð deiligt at blíva váttað í slíkum útifrá, sigur Jóhanna og heldur fram:

 

– Størsta ynskið hjá flest øllum listafólkum er nokk at fanga ein skarða av fólki, sum vilja deila listina saman við tær. Man skal altíð kunna bekrefta seg sjálvan og trúgva uppá seg sjálvan, men tað er altíð feitast at verða loftaður á hinari síðuni, og at fólk kunnu spegla sær í tær og tá tey dáma, tað tú gert, sigur hon.

Myndin er ikki tøk

– Eg droymi um gjøgnumbrot í Danmark

Nú er EP’in komin út – hvat er planurin so komandi tíðina?

 

– Í løtuni geri eg nógvan tónleik niðri. Eg havi fingið eitt management og ein plátusáttmála, fortelur hon og greiðir eitt sindur nærri frá tilgongdini:

 

– Tað byrjar jú við, at man setur seg í samband við onkran framleiðara og spyr, um tey hava hug at hava eina session. Ein session inniber, at man hevur ein, ið framleiðir sangin, og sum oftast er man sjálvur sangskrivarin, men man kann saktans taka aðrar sangskrivarar við. 

 

– Hjá mær hevur tað verið øgiliga stuttligt, og tað hevur gingið skjótt frá A til B niðri, tí teir, eg havi arbeitt við, hava elskað mín vokal. So um man til dømis fer í session við einum, og teir dáma væl tín máta at arbeiða uppá og tín vokal, so spyrja teir ofta aftur. Tá man so hevur plátusáttmála ella management, so hava tey eisini ofta framleiðarar undir sáttmála hjá teimum, so man ger tónleik við teimum. Í løtuni eri eg til øgiliga nógvar sessions við ymiskum framleiðarum og til camps, sum eisini eru ekstremt gevandi, fortelur Jóhanna Norðberg Niclasen. 

 

Hvat er so framtíðarvónin hjá tær við tónleikinum?

 

– Mín vón og dreymur er, at mín tónleikur “slær ígjøgnum” niðri. Tað er torført á enskum og við so ekstremt nógvum dugnaligum tónleikarum, men eg sigi tað altíð – tey mangla bara meg!

 

Myndin er ikki tøk

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Navnakapping: Hvussu skal nýggja røktarheimið á Stórubrekku eita?

29 minuttir síðan
Tíðindi

18 ára gamal deyður í bussvanlukku í Svøríki

1 tími síðan
Tíðindi

Vil hava tvey fólk á vakt í Vágum

1 tími síðan
Tíðindi

Stjørnur til mótasýning í París

1 tími síðan
Tíðindi

Í dag er altjóða læraradagur

2 tímar síðan
Tíðindi

Dýri biði­dagur skal aft­ur verða halgi­dagur í Danmark

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj barnabókavirðisløn: Barnabókavirðisløn Føroya Lærarafelags

3 tímar síðan
Tíðindi

Kongur tók ímóti løgmanni á Amalienborg í dag

4 tímar síðan
Tíðindi

Nýtt staklag frá Holgari

4 tímar síðan
Tíðindi

Læknafelagið róp­ar var­skó – lands­stýrið vend­ir egn­ari serlækna­ætlan bakið

4 tímar síðan
Tíðindi

Lýsa eftir varastjóra av nýggjum

5 tímar síðan
Tíðindi

Algur beindu fyri 1000 tonsum av laksi hjá Grieg Seafood

5 tímar síðan