Eg dugi ikki at síggja nakra meining í hesum

– Tað skal ikki bara snúgva seg um at gera fortreð, sigur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri

Eg dugi ikki at síggja nakað sum helst vit og skil í at kalla Løgtingið saman nú. Tað sigur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri.

Sum vit skrivaðu í áðni fer Miðflokkurin at gera eina roynd at kalla Løgtingið saman fyri at fáa løgmann at útskriva nýval.


Les meiri um tað her: Støðan er ólukkulig og hetta kann ikki ganga longur 

 

Andstøðan hevur ikki havt meirilutan fyri at fella samgonguna, og ein av tinglimunum, sum hevur bjargað samgonguni, er nettupp Kári P. Højgaard.

Løgmaður hevur sagt, at verða kostnaðarmikil uppskot frá andstøðuni samtykt uttan um samgonguna, fór hann at útskriva val í stundini.

Og ein av seinastu døgum, Løgtingið var saman, áðrenn tað fór í summarfrí fríggjadagin, var eitt uppskot frá Miðflokkinum til viðgerar um at játta Landsverki 200 milliónir krónur hesi næstu 10 árini at gera ábøtur á vegir, tunlar og brýr.

Uppskotið fall, tí tað manglaði ein atkvøða í fyri at fáa tað samtykt. Men undir sjálvari atkvøðugreiðsluni var Kári P. Højgaard ikki í Løgtingssalinum, tí hann gekk uttan fyri og tosaði í telefon. Aftan á mátti hann leggja rygg til nógvar ábreiðslur fyri at hann heldur gekk uttan fyri og tosaði í telefon heldur at gera sína skyldu og atkvøða.

– Tað er rætt, at eg tosaði í telefon, men atkvøðugreiðslan var skjótari enn eg hevði væntað, sigur hann. Men hann leggur afturat, at hóast hann var í tingsalinum, hevði hann atkvøtt nei, so uppskotið hevði fallið kortini – og tað hevði hann boðað frá frammanundan.

– Tað kann ikki takast í álvara, tá ið tinglimir í andstøðuni koma við einum so kostnaðarmiklum uppskotið beint áðrenn valskeiðið endar, tí tað kann illa vera annað enn tað bera valagn, sigur Kári P. Højgaard.

– Eitt slíkt uppskot skal koma frá landsstýrinum og ikki frá andstøðuni beint uppundir val, leggur hann afturat.

Verður Løgtingið kallað saman, vil hann ikki blankt afturvísa, at hann fer at atkvøða ímóti einum uppskoti um misálit á løgmann, tí málið er ikki viðgjørt í flokkinum.

Men hann ásannar, at hann ógvuliga ivingarsamur um eitt slíkt uppskot.

– Hesar seinastu dagarnar hevur andstøðan havt allar møguleikar at royna tann møguleikan, men tað hevur hon ikki gjørt, og eg dugi ikki at síggja, at støðan er broytt nakað sum helst síðani fríggjadagin, tá ið tingið fer heim.

Og nú heldur hann, at tað er dekan og seint koma við slíkum.

Tingmaðurin fyri Sjálvstýri heldur, at politikkur skal ikki snúgva seg um bara at gera hvørjum øðrum fortreð, og hann sær onki skil í at kalla tingið saman nú, tí nú er tað tann beri glæntrileikur.

Hann heldur eisini, at tað verður ikki lætt at kalla tingið saman, tí tinglimir eru farnir í feriu, og eru farnir í ymsar ættir.