- Eg eri bilsin

Tað sigur danski sakførarin hjá Jørgen Niclasen.

Tað tykist sum at eitt endaligt punktum varð sett í toll-málinum í dag, tá Procesbevillingsnævnet kunnaði partarnar í málinum um, at málið ikki verður roynt í Hægsta rætti.


Christian Andreasen hevur verið sakførari hjá Jørgen Niclasen í Føroya rætti og Eystara landsrætti, meðan teir í samband við kæruna hava fingið hjálp frá danska sakføraranum René Offersen.


Danskir sakførarin, ið hevur drúgvar royndir við líknandi málum, undrast yvir dagsins avgerð.


- Eg eri bilsin og undrist yvir, at Procesbevillingsnævnet ikki hevur givið  triðjadómsloyvi, sigur René Offersen í stuttari viðmerking og leggur afturat.


- Lutvíst tí, at Hægsti rættur áður ikki hevur felt dóm í málum millum topppolitikkarar og journalistar viðvíkjandi markinum hjá framsøgufrælsinum, og lutvíst orsaka av stóra áhuganum í Føroyum.