- Eg eri ein festapa. Mær dámar øgiliga væl, um nakað er stuttligt, sigur Símun úr Konoy, sum annars lýsir seg sjálvan sum ein føroyskan danskan Jerry Lee Lewis.
Syngjandi gøtumaðurin í Danmark, Símun úr Konoy, hevur seinastu nógvu árini ríkað føroyingar og danir við sínum humoristisku sangum. Men hann hevur ikki bara givið tónleik út, hann hevur nevniliga eisini latið nógv bløð úr hondum, og tá gjørdi hann ikki so nógv við tónleikin. Hesi kallaðust m.a. Niðri og Heima, Her og Nú, Vikutíðindi og KEND.
Men tað gjørdist honum greitt, at hatta við bløðum ikki var nakað fyri hann.
- Eg kann ikki liva uttan tónleik. Eg havi roynt tað, men tað riggaði ikki.
Í Vikuskiftis Sosialinum kanst tú lesa longri samrøðu við mannin aftan fyri landaplágurnar "Omma", "Fiskefrikadello", "Eystanlotið", "Timburmenn o.s.fr.