Tað var fyrst valdi bygdaráðslimurin í Nes kommunu, Heini Súnason Kristiansen, sum á fundi í kvøld peikaði á Súna í Hjøllum sum komandi borgarstjóra, tá nýggja bygdaráðið tekur við hin 1. januar 2021. Uppskotið hjá fyrst valda fekk eisini fulla undirtøku millum nývaldu bygdaráðslimirnar, sum einmælt tóku undir við, at nýggjur borgarstjóri í Nes kommunu verður Súni í Hjøllum.
Hóast hann hevur sitið í bygdaráðnum í samfull 36 ár og í fleiri umførum hevur verið bæði fyrst valdur og varaborgarstjóri, so hevur Súni í Hjøllum ongantíð áður sitið ovast uppi sum borgarstjóri. Hann hevur hinvegin verið limur og formaður í týðandi nevndum í kommununi.
- Tað er rætt, at eg onkuntíð havi barst fyri at gerast borgarstjóri, men tað hevur ongantíð áður borið á mál. Men, í kvøld var tað so fyrst valdi bygdaráðslimurin, sum peikaði á meg, og tað eri eg ógvuliga eyðmjúkur um. Sjálvandi havi eg hugsað nógvar tankar, og eg veit, at hetta er ein stór ábyrgd.
Súni í Hjøllum sigur, at sum lærari dámar honum væl at undirvísa, og tí er torført hjá honum í kvøld at lýsa kensluna, hann situr við, nú hann hevur tikið av møguleikanum at gerast borgarstjóri. Hann er ovurfegin um álitið, og hann dylur ikki fyri, at hann øll hesi ár - í níggju setur tilsamans - hevur brent fyri bygdunum og fólkinum í Nes kommunu.
- Royndirnar í bygdaráðsarbeiði eru sjálvsagt drúgvar, nú eg fari undir mína tíggjundu setu. Í nývalda bygdaráðnum eru nógv góð fólk, bæði kvinnur og menn, og eg gleði meg til hesi fýra árini saman við dugnaligum fólkum, ið saman við mær nú fara at mynda bygdaráðið og tað arbeiði, sum liggur fyri framman í Nes kommunu.