Í Sosialinum í dag er samrøða við systir Marisu, sum hevur verið í Føroyum í 43 ár. Hon var í mong ár leiðari í barnagarðinu hjá Nunnunum.
– Hetta er okkara lív. Vit høvdu væntað, at hetta fór at henda ein dag, vissi vit ikki skuldu doyggja her.
27. august í fjør bleiv meiningheitin kunnað um avgerðina at avtaka Franciskanarsystraskipanina.
– Eg gloymi tað aldri. Ein systir úr París las eitt bræv fyri meinigheitini um, at vit fóru. Tey grótu og vóru ill. Tað var forferdiligt, øll klemmaðust. Tað var ræðuligt, men soleiðis er lívið, sigur systir Marisa millum annað í samrøðuni í Sosialinum.
##med2##
##med3##
##med4##
Í blaðnum er eisini samrøða við nýggju forkvinnuna í Javna, Helenu F. Jørmundsson.
Hon sigur, at hóast tilboðini halda uppat, so steðgar menningartarnið ikki.
– Nógv fólk, sum hava avbjóðingar í lívinum, hava eisini nógvar góðar eginleikar og duga nógv ymisk ting. Tilknýtið til arbeiðsmarknaðin hjá teimum, sum bera brek, eigur at betrast. Her vanta størv, og tað eingin ivi um, at hetta økið kann samskipast betur, heldur nývalda forkvinnan í Javna, Helena F. Jørmundsson
Lesið eisni
• Um at tað nú beit á hjá føroyingum í fiskikapping á Bornholm
• Um at Jóan Símun Edmundson nærkast tindunum í Norðurmakedonia
Í Vikuskifti er m. a. samrøða við Marjuna Niclasen, sum er nýggjur stjórí í Filmshúsinum.
Sosialurin fæst í leysasølu kring landið.
Haldarar kunnu lesa blaðið á www.sos.fo