HB eigur framvegis Havnina

Við teprum sigri ímóti grannunum í B36, sum eru langt frá europeiskum plássi, er HB ein av FM kandidatunum

Tað gongur soleiðis við fótbóltinum í Havnini og í Gundadali, sum tað hevur gjørt tey seinastu fimm árini, og sum tað oftast hevur gjørt seinastu hálvu øldina.

 

Undan grannauppgerðini í kvøld varð staðfest, at B36 hevur ikki vunnið í landskappingini ímóti grannunum í HB í fimm ár. Grannauppgerðin í kvøld endaði við 2-1 HB sigri, og harvið var úrslitið tað sama, sum tað var, tá ið fyrsta av ársins trimum grannauppgerðum var fyri tveimum vikum síðani. Triðja grannauppgerðin verður leygardagin 28. september.

 

HB hevur 27 stig og er saman við Víkingi á toppinum.

 

B36 hevur 14 stig, og tað eru sjey stig fram til bronsuplássið, sum KÍ er á. Klaksvíkingar fara í annaðkvøld út á Skála at spæla síðsta dystin í 10. umfari. Møguleikin hjá B36 at vinna seg í europeiskan fótbólt næsta summar sær nú til at hanga í, at árstalsfelagið fer at vinna kappingina um løgmanssteypið.

 

Í kvøld minti dystarmyndin nógv um hana í grannauppgerðini fyri 14 døgum síðani. Tveir minuttir undan steðginum legði HB seg á odda. Mikkel Dahl, sum í kvøld var millum teir fyrstu ellivu, eftir at hann fleiri ferðir hevur verið innskiftari, var málskjútti. Í nærdysti í B36 brotsteiginum støkk bólturin til Mikkel Dahl, sum takkaði fyri og skoraði fyri fyrstu ferð í ár í landskappingini.

 

Hóast váta klútin í andlitið dygst undan steðginum, so helt B36 fram í góða lagnum, og seks minuttir eftir steðgin javnaði Marius Kryger Lind, tá ið hann við handara stólpa og við høvdinum setti bóltin umvegis stólpan og í málið. Uppleggið átti Bjarki C. Nielsen úr høgru.

 

So var 1-1, og tað reið leingi um snarið.

 

Viljormur Davidsen skoraði 2-1 HB sigursmálið, tá ið tað restaðu 20 minuttir. HB vann fríspark dygst uttanfyri brotsteigarmarkið, og B36 setti stóran manngarð. Men hann vísti seg at vera lítið verdur, tí Viljormur Davidsen sendi bóltin framvið manngarðin og í síðunetið í tí síðuni av málinum, har B36 málverjin stóð.

 

Hetta var vorðið sum mál hjá Viljormi Davidsen. Tað fyrsta hjá honum í landskappingardysti fyri HB, og tað ber við sær, at HB framvegis er topplið, og við stinna Teiti Matras Gestsson millum stólparnar og ógvuliga sannførandi Bartali Wardum og Samuel Johansen Chukwudi í miðverjuni er HB ein av uppløgdu kandidatunum at vinna FM.

 

 

 

HB – B36 2-1 (1-0)

 

1-0: Mikkel Dahl 43.

 

1-1: Marius Kryger Lindh 51.

 

2-1: Viljormur Davidsen 69.

 

Dómari: Kári J. á Høvdanum