Í vinnugreinum er vøksturin serliga stórur í "Heilsu- og almannaverki" og í "Almennari umsiting og verju".
Knappar 690 milliónir krónur, ella 5,5 prosent, fleiri lønarkrónur vórðu útgoldnar í tíðarskeiðinum frá juni 2024 til mai 2025 samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar.
Seinastu árini hevur vøksturin hjá kvinnum verið javnari enn hjá monnum. Serliga var lønargongdin hjá monnum ávirkað av koronufarstóttini. Seinastu 12 mánaðirnar áttu kvinnur 39 prosent av samlaðu lønunum. Hetta er hálvt prosentstig hægri enn í undanfarna tíðarskeiði.
Av vøkstrinum á 690 milliónir krónur, áttu kvinnur og menn næstan helvt um helvt. Útgoldna lønin hjá kvinnum var næstan sjey prosent hægri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið. Hjá monnum var lønin 4,7 prosent hægri.
Størstu vøkstur í krónum og lutfalsliga er hjá kvinnum, ið arbeiða hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði. Tær áttu 40 prosent av samlaða vøkstrinum við 276 milliónum krónum, sum er ein vøkstur við 8,7 prosentum. Menn, ið arbeiða hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði áttu næstan somu mongd við 266 milliónum krónum ella 39 prosentum. Her var vøksturin 4,6 prosent.
Talvan niðanfyri vísir A-skattaðu lønirnar á ovasta stigi eftir vinnugreinaflokkingini NACE fyri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við 12 mánaðir frammanundan. Størsti vøkstur í krónum var í "Heilsu- og almannaverk" og næst í "Almenn umsiting og verja; lógarkravdar almannaveitingar". Í "Heilsu- og almannaverk" sæst, at tað er serliga undirbólkurin "Røktarvirksemi á bústovnum", sum hevur havt stóran vøkstur við yvir 10 prosentum.
Allar vinnugreinarnar hava havt vøkstur í lønarkrónum á ovasta stigi í flokkingini. Verður "Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða" tó víðari útgreinað, sæst at minking er í uppsjóvarveiðu, har útgoldnu lønirnar vóru góðar 75 milliónir ella 12 prosent minni seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið.
<iframe width="100%" height="974.594" src="https://hagstova.fo/fo/tidindi/131-milliard-utgoldin-i-lonum-seinastu-12-manadirnar-voksturin-er-55-prosent?px-web-graph=387febcbd9cb16854aebbd61d4843748" frameborder="0"></iframe>
Meira kann lesast á heimasíðuni hjá Hagstovuni við at trýsta her
##med2##