Á sínum Facebook-vanga í kvøld kemur Reidar Nónfjall við einari rættleiðing til tíðindini og yvirskriftina í KvF um, at hann fer at gevast í starvinum sum skrivari í Sambandsflokkinum.
Yvirskriftin í KvF í kvøld er: "Reidar Nónfjall sendur til hús...", men í kvøld kemur skrivarin í Sambandsflokkinum í fleiri ár við einar rættleiðing, sum er soljóðandi:
"Eg eri faktiskt flýggjaður úr Sambandsflokkinum og undan formanninum - bað hann longu í september í fjør umhugsa, at eg slapp vekk..." skrivar Reidar Nónfjall á sínum Facebook-vanga í kvøld.
KvF visti í kvøld at siga, at Reidar Nónfjall, floksskrivari í Sambandsflokkinum, og Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, hava gjørt eina fráfaringaravtalu, sum hevur við sær, at floksskrivarin fer úr starvi sínum í endanum av september.
Yvirfyri KvF váttar Reidar Nónfjall, at fráfaringaravtala er gjørd millum partarnar, men hann metir ikki, at avtalan er gjørd sambært viðtøkum floksins, sum tilskila, at tað er landsnevndin í flokkinum, sum hevur við starvsfólkaviðurskifti at gera.
Reidar Nónfjall hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið.
Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, váttar eisini yvirfyri KvF, at fráfaringaravtala varð gjørd við Reidar Nónfjall síðst í mars mánaði, men hann vil ikki gera samrøðu um málið.
Formaður Sambandsfloksins vil heldur ikki gera fleiri viðmerkingar, men sigur, at Sambandsflokkurin nú ger seg til reiðar til komandi løgtingsval.