20 fólk lótu lív, og 134 vórðu løstað í einari spreinging í Russlandi í síðstu viku.
Hetta upplýsa lokalu myndugleikarnir í Russlandi.
Lagt verður aftrat, at 31 av teimum løstaðu endaðu á sjúkrahúsi.
Spreingingin var á einari verksmiðju, sum liggur í Ryazan í ein landsynning úr Moskva.
Sagt verður, at spreingingin stóðst av eldi, men einki verður sagt um, hvør orsøkin var til eldin.
Tað verður heldur einki sagt um, hvat verksmiðjan í Russlandi framleiðir.
Norska kringvarpið - NRK - skrivar um spreingingina, sum var í Ryazan í síðstu viku.