Eg eri ikki vorðin nógv klókari

Prógvini fyri, at Jørgen Niclasen er lógbrótari, eru ikki nóg sannførandi

Eg eri ikki vorðin nógv klókari.

 

Tað sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, sum er í samgongu.

 

Tá ið spurningurin tók seg upp um, at Jørgen Niclasen hevði snýtt í tolli, var Jenis av Rana so ørkymlaður, at hann heitti á Jørgen Niclasen um at leggja eina frágreiðing fram.

 

- Støðan var órógvandi og eg helt, at tað hevði tænt landsstýrismanninum at lagt kortini á borðið, sigu Jenis av Rana.

 

Tað gjørdi landsstýrismaðurin á tíðindafundi í Miðlahúsinum fríggjadagin.

 

Men Jenis av Rana staðfestir, at hann er ikki vorðin nógv klókari eftir at Jørgen Niclasen legði frágreiðingina fram.

 

- Eg haldi at málið hevur ikki flutt seg yvirhøvur. Tað er framvegis páhaldið frá journalistunum ímóti páhaldinum hjá landsstýrismanninum. Og eg sakni at journalistarnir leggja avgerandi prógvið at borðið sum vísir, at Jørgen Niclasen hevur svikað, tí enn eru prógvini ikki nóg sannførandi, heldur formaðurin í Miðflokkinum.

 

Hann sigur, at eftir tí, sum higartil er komið fram, er ikki grundarlag fyri at krevja Jørgen Niclasen fram, tí Jørgen Niclasen, og journalistarnir, sum hava fingist við málið, liggja í hvør sínari skotgrøv.

 

Hann væntar ikki, at seinasta orðið er sagt enn. Men partarnir liggja í hvør sínari skotgrøv og eg haldi ikki, at tað loysir seg hjá øðrum at blanda seg upp í,

 

Men sum støðan er nú, mugu vit bara bíða og vita, hvat hendir, og so má málið takast haðani frá, sigur formaðurin í Miðflokkinum.

 

Hann ásannar, at tyngjandi skjøl eru í málinum, men tað er ikki nógv mikið til, at hann kann siga nakað um, jørgen Niclasen er sekur ella ikki ella um hann skal hava álit á honum ella ikki.

 

- Grundgevingarnar eru ikki so sannførandi, at sum er, tori eg ikki at gera eina niðurstøðu, sigur Jenis av Rana.

 

- Men koma onnur skjøl á borðið, kann tað sjálvandi broyta støðuna, leggur hann afturat.